Beinleiðis fótbóltur á Rás2

Sunnudagin skrivaði Rás2 føroyska fótbóltssøgu, og longu í kvøld verður næstu parturin skrivaður, tá beinleiðis frásøgn úr Sarpugerði

Útvarp

 

Fríggjadagin vóru júst 10 ár liðin, síðani einkarrætturin hjá Útvarpið Føroya at senda útvarp varð avtikin.

Nógvar partar av føroyskari útvarpssøgu eru skrivaðir síðani tá, og sunnudagin klokkan 17 varð enn ein partur skrivaður í so máta.

Tá dysturin í Vodafone-deildini millum AB og 07 Vestur varð blástur ígongd, var Rás2 nevnliga við síðulinjuna við beinleiðis frásøgn.

Hetta varð partur av sendingini, 3. hálvleikur, sum Rás2 hevur sent bæði í fjør og í ár, og tað var ein fegin stjóri á Rás2, Jonhard Hammer, sum fríggjadagi kundi staðfesta, at nú fór rásin í holt við beinleiðis ítróttarfrásagnir.

- Vit hava fingið ótrúliga nógvar áheitanir frá lurtarum, sum vilja hava at vita, nær vit fara at gera meira burtur úr fótbóltinum. Og í hesum førinum merkir tað, nær vit byrja at varpa beinleiðis út, segði stjórin á Rás2.

- Nú gera vit so eina roynd við hesum, og vit vóna sjálvandi, at tað verður fastur táttur av skránni hjá okkum í framtíðini, segði Jonhard Hammer.

Og eftir øllum at døma eydnaðist royndin væl. Somikið væl, at Rás2 longu í kvøld skrivar næsta kapittulin í hesum partinum av føroyskari útvarpssøgu.

Hilmar Jan Hansen og Eyðun Klakstein verða nevnliga í Sarpugerði í kvøld, tá Víkingur tekur ímóti EB/Streymi, og teir báðir fara at siga lurtarunum frá dystinum, sum verður blástur ígongd klokkan 19.

- Vit upplivdu sannan SMS-storm í 3. hálvleiki í gjár, har fólk góvu til kennar, hvussu væl nøgd tey vóru við nýggja átakið hjá okkum. Sum ein lítil útvarpsstøð eru vit eisini rættiliga flekibul, og tí hava vit longu nú gjørt av, at vit eisini senda beinleiðis frá dystinum í kvøld, sigur Jonhard Hammer.