Beinleiðis: AB venjarin er ógvuliga vónbrotin

Fýra tey fremstu vunnu, og fýra tey aftastu taptu sínar dystir

B36, Víkingur, NSÍ og HB vunnu trivaligar sigrar í dag. B36 styrkti um sína støðu sum FM favorittur við 5-0 sigri við Margáir. Víkingur vann grannauppgerðina á heimavølli ímóti ÍF 4-2, og hóast FC Suðuroy legði bragdliga fyri og skoraði til 1-0, so vann NSÍ dyggan 5-1 heimasigur, har sera væl upplagdi Árni Frederiksberg skoraði hattrikk.

 

Í Gundadali vann HB 3-1 ímóti AB. Við Stórá í Trongisvági endaði tað 1-1 millum TB og KÍ. Klaksvíkingar vóru frammanfyri í meiri enn ein tíma, men fram ímóti dystarenda gjørdu teir sjálvmál. Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, bjargaði TB á málstrikuni! Nú hevur TB ellivu ferðir verið partur av javnleikum - 11 av 21 ferðum!

 

Úrslitini í dag bera við sær, at tað framvegis eru EB/Streymur og AB, sum eru undir strikuni. AB venjarin Sámal Erik Hentze var ógvuliga vónbrotin:

-Hetta kunnu vit ikki bjóða okkum sjálvum. Hugburðurin var ógvuliga vánaligur. HB spælararnir vunnu allir nærdystirnar, og teir skoraðu trý mál mitt fyri.

 

Nýggi HB venjarin Milan Cimburovic var sera væl nøgdur:

-Vit arbeiða fyri at vinna fjórða plássið, og úrslitini í dag styrkja um okkara støðu. Eg havi lagt ætlanir fyri tríggjar teir næstu dystirnar, og tað hava vit fokus á, sigur nýggi HB venjarin.

 

TB-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Heðin Klakstein

1-1: sjálvmál

 

HB-AB 3-1 (2-1)

1-0: Fróði Benjaminsen

2-0: Christian R. Mouritsen

2-1: Jógvan Skeel Nolsøe

3-1: Poul Ingason

 

EB/Streymur-B36 0-5 (0-2)

0-1: Høgni Eysturoy

0-2: Benjamin Heinesen

0-3:Hans Pauli Samuelsen

0-4: sjálvmál

0-5: Lukasz Cieslewicz

 

NSÍ-FC Suðuroy 5-1 (3-1)

0-1: Salmundur Bech

1-1: Klæmint A. Olsen

2-1: Árni Frederiksberg

3-1: Árni Frederiksberg

4-1: Christian Høgni Jacobsen

5-1: Árni Frederiksberg

 

Víkingur-ÍF 4-2 (1-0)

1-0: Philip Djordjevic

2-0: Finnur Justinussen

2-1: Jan Ó. Ellingsgaard

3-1: Súni Olsen

4-1: Hanus Jacobsen

4-2: Andy Olsen

 

Støðan

B36 48

Víkingur 44

NSÍ 43

HB 35

KÍ 31

TB 23

ÍF 23

FC Suðuroy 16

AB 13

EB/Streymur 7

Víkingur og NSÍ hava spælt 22 dystir, og hini liðini hava spælt 21 dystir

 

22. umfar

Sunnudagin 23. august

FC Suðuroy-KÍ

AB-TB

B36-Víkingur

NSÍ-EB/Streymur

ÍF-HB

--

LIÐUGT

90)

0-5

B36 vann risa sigur við Margáir. Harvið er B36 á FM kós, og EB/Streymur hevur kós niður í næstbestu deildina.

75) 0-5

0-5: Lukasz Cieslewicz

Framúr vakurt mál, har Hans Pauli Samuelsen átti næstsíðsta fótin, og heimaverjan var tagað sundur, áðrenn B36 liðformaðurin setti bóltin í málið.

 

68)

0-4: sjálvmál

Eftir fríspark, har Hans Pauli Samuelsen trillaði bóltin til Høgna Eysturoy, endaði tað við sjálvmáli.

Rasmus Dan Sørensen er skiftur inn á B36 liðið. Fyrr í ár spældi hann við EB/Streymi!

55)

Árni G. Nielsen er komin á vøllin í staðin fyri Róald Jakobsen hjá B36.

53)

0-3

So man tað vera mest sum greitt, at B36 fer at hava øll stigini við sær suður aftur. Við rimmar langskoti hevur Hans Pauli Samuelsen økt um leiðsluna.

 

HÁLVLEIKUR

45) 0-2

Eftir at EB/Streymur leingi hevði staðið seg við góðum verjuspæli, so skrædnaði tað fram ímóti steðginum, og B36 er nú frammanfyri 2-0.

43)

0-2: Benjamin Heinesen

So skrædnaði við Margáir, har toppliðið hevur lagt seg framum 2-0.

39)

0-1:Høgni Eysturoy

Høgri vongverji setti við høvdinum bóltin í málið.

25)

Framvegis málleyst. B36 hevur nógv meiri spæl, men verjuspælið hjá heimaliðnum er væl skipað.

 

EB/Streymur-B36 kl. 15.00

Dómari: Páll Augustinussen

EB/Streymur: Jákup Andrias Hansen - Hanus Olsen, Árni G. Olsen, Andras Olsen, Ragnar B. Danielsen - Ólavur Høghamar Ejdesgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen - Jan á Høgaryggi, Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen - Leif Niclasen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Alex Mellemgaard, Odmar Færø, Jónas þór Næs – Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam, Benjamin Heinesen, Hanus Thorleifsson, Hans Pauli Samuelsen - Lukasz Cieslewicz

-----

83) 3-1

Tað kennist sum um, at tað er greitt, at stigini vera eftir í Gundadali. Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

67) 3-1

3-1: Poul Ingason

Eftir innlegg úr høgru frá Christian R. Mouritsen smekkaði innskifti Poul Ingason bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið hjá Poul Ingason í ár. Í heimaleguni draga teir andan meiri lætt, tí AB hevur verið tætt við at javna.

62)

Vinstri vongverji hjá AB, Beinir Ellefsen, hevur sæð gult.

60)

Nú var tætt við, at AB javnaði eftir langt málspark og eftir at Rói Danielsen hevði snittað víðari. Sera væl upplagdi Kristin R. Mouritsen spældi Jógvan Skeel Nolsøe leysan, men bólturin lá akkurát ov frammarlaga.

55)

AB hevur lagt væl betri fyri í 2. hálvleiki. Gestirnir tora nú at varðveita bóltin og at spæla hann skilagott ímillum sín.

HÁLVLEIKUR

45) 2-1

AB vónin kveiktist aftur, tá ið Jógvan Skeel Nolsøe minkaði um munin. HB hevur leikliga verið greitt omaná, og HB hevur við góðum hugburði spælt seg til góðar møguleikar.

 

38)

2-1: Jógvan Skeel Nolsøe

Jógvan Skeel varð spældur leysur í høgru og smekkaði úr spískum og í málið.

 

37) 2-0

2-0: Christian R. Mouritsen

Adrian Justinussen lyfti bóltin inn um verjuna, og Christian R. Mouritsen potaði bóltin í málið.

28)

HB hevur fult og heilt tamarhald á spælinum. Gestirnir av Argjum hava millum lítið og einki víst fyrra partin av 1. hálvleiki.

20)

1-0: Fróði Benjaminsen

Eftir innlegg úr vinstru frá Bartali Wardum lyfti Fróði Benjaminsen við høvdinum bóltin upp um AB málverjan Niklas Thomsen og í málið.

HB vísir betri hugburð í dag, enn liðið hevur gjørt seinastu ferðirnar.

 

HB-AB

Dómari: Petur Reinert

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Bartal Wardum, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen -  Adrian Justinussen

AB: Niklas Thomsen – Jobin Drangastein, Rói Danielsen, Dmitrije Jankovic, Beinir Ellefsen – Kári Nielsen, Tróndur Jensen – Rógvi Poulsen, Dion Splidt, Kristin R. Mouritsen – Jógvan Skeel Nolsøe

----------

LIÐUGT

90) 4-2

4-2: Andy Olsen

85) 4-1

4-1: Hanus Jacobsen

Hann er vinstrabeintur, men nú hevur vinstri vongverjin hjá Víkingi, Hanus Jacobsen, við høgra beini hamrað bóltin upp í málhornið - ársins mál higartil í Sarpugerði verður sagt úr Gøtu!

73) 3-1

3-1: Súni Olsen

Nú hevur innskifti Súni Olsen við framúr frísparki sent bóltin upp í málhornið.

Tað hevur gingið harðliga fyri seg síðstu løtuna, og gula kortið hevur fleiri ferðir verið á lofti.

65) 2-1

2-1: Jan Ó. Ellingsgaard

Eftir horna hevur sera væl upplagdi vongverjin í vinstru Jan Ó. Ellingsgaard eftir horna minkað um munin. Fuglfirðingar tykjast hava fingið meiri mót!

 

50)

2-0: Finnur Justinussen

Eftir framlegging frá Heðin Hansen skoraði Víkinga toppskjúttin.

Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað annars ÍF, sum legði bragdliga fyri, og Clayton Soares hevði risa møguleika at javna, áðrenn Víkingur økti um leiðsluna.

 

HÁLVLEIKUR

45) 1-0

ÍF hevur síðstu løtuna verið tætt við at javna. Lawal er væl upplagdur, og tað hevur verið tætt við og næstan, uttan at tað er eydnast fuglfirðingum at javna.

35) 1-0

Philip Djordjevic - einasta málskjúttin higartil - er borin av vøllinum, og í hansara stað er komin veteranurin Súni Olsen.

ÍF hevur fótað sær leikliga, men tað er Víkingur, sum hevur spælt seg til málmøguleikar.

25)

Framvegis 1-0 til Víking, sum er leikliga omaná. 

3)

1-0: Philip jordjevic

Frágera gott einmansavrik hjá Philip Djordjevic, sum skoraði beinanvegin.

  

Víkingur-ÍF

Dómari:

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans Jørgen Djurhuus, Gunnar Vatnhamar - Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Philip Djordjevic - Finnur Justinussen

ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Fritleif í Lambanum, Karl Løkin, Nenad Saric – Adeshina Lawal, Clayton Soares

 

--- 

LIÐUGT

90)

5-1

68) 5-1

5-1: Árni Frederiksberg

Sera væl upplagdi Árni Frederiksberg hevur skorað fyri triðju ferð í dag. Hesa ferð var tað eftir fínt samanspæl, sum endaði við, at Árni Frederiksberg úr høgru lyfti bóltin upp um FC Suðuroy málverjan.

60) 4-1

4-1: Christian Høgni Jacobsen

Eftir at Magnus H. Olsen legði bóltin inn um frammarlaga staddu FC Suðuroy verjuna var tað innskifti Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði.

HÁLVLEIKUR

45) 3-1

FC Suðuroy hevur fyri tað mesta verið bragdligt og frammarlaga. Tað bar 1-0 leiðslu við sær, men síðani hevur NSÍ skorað tríggjar ferðir.

35)

3-1: Árni Frederiksberg

Sera væl upplagdi síðuspælarin Árni Frederiksberg hevur við beinleiðis frísparki økt um heimaleiðsluna.

 

25)

2-1: Árni Frederiksberg

Eftir einmansavrik hevur Árni Frederiksberg lagt NSÍ framum við skoti úr heilt spískum, eftir at hann hevði sneitt framvið nýggja FC Suðuroy málverjanum.

 

10)

1-1: Klæmint A. Olsen

Eftir innlegg frá Magnusi H. Olsen hevur toppskjúttin í føroyskum fótbólti javnað til 1-1.

4)

0-1: Salmundur Bech

Eftir fínt uppspæl og innlegg úr høgru hevur miðvallarin Salmundur Bech lagt FC Suðuroy framum við Løkin, har líkindini eru sera góð at spæla bólt.

NSÍ-FC Suðuroy kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv – Hákun Edmundsson, Haraldur R. Højgaard - Jann Martin Mortensen, Magnus H. Olsen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen

FC Suðuroy: Kári Jacobsen – Dánjal Godtfred, Christian Valerian Iobashvili, Tóki Mortensen – Palli Augustinussen, Heri E. Kjærbo – Búi Egilsson, Salmundur Bech, Símun Samuelen – Mamuka Toronjadze

--------

LIÐUGT

90)

1-1

TB bjargaði á strikuni í evstu løtu. Tað er týðuligt, at klaksvíkingar eru sera vónbrotnir, og at tað eru tvøramenn, sum eru betri nøgdir við javnleikin.

85) 1-1

1-1: sjálvmál

So er javnt við Stórá. Eftir TB trýst og innlegg úr høgru var tað vongverjin í høgru, Sørmundur Kalsø, sum var óheppin, tá ið hann við høvdinum royndi at leggja aftur til Meinhardt Joensen í KÍ málinum. Bólturin sigldi omanfyri málverjan, áðrenn hann endaði í netinum.

80) 0-1

TB hevur pressað, og KÍ verjir. KÍ miðverjin Ndende hevur bjargað á málstrikuni. TB leggur nógv fyri, og KÍ lúrir eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

65) 0-1

KÍ er framvegis leikliga omaná, og støðan er framvegis 1-0 til KÍ.

 

HÁLVLEIKUR

45) 0-1

KÍ hevur verið greitt omaná, men hóast fýra risa møguleikar er støðan framvegis 1-0 til KÍ, sum hevur betri tak á samanspælinum enn heimaliðið, ið ikki hevur fingið tað at hanga saman.

15)

0-1: Heðin Klakstein

Eftir innkast úr høgru hevur KÍ toppskjúttin Heðin Klakstein skorað.

 

TB-KÍ