Beint nú er ikki neyðugt at bøta um umstøðurnar

Barnakonur úr Suðuroy hava nøktandi umstøður, halda myndugleikarnir

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum metir ikki, at sum støðan er nú, er tað ikki neyðugt at bøta um umstøðurnar hjá barnakonum í Suðuroy, tá ið tær fara til Havnar at eiga á Landssúkrahúsinum. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. 

 

Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt hann um hann heldur, at umstøðurnar hjá barnakonum í Suðuroy, tá ið tær fara til Havnar at eiga, eru nøktandi.

 

Hann sigur, at tá ið føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð niðurløgd, hava barnakonur úr Suðuroynni ferðast til Havnar at eiga og í hesum sambandi hava tær havt kømur og íbúðir at vera í, tí ofta hava tær verið í Havn í einar tvær vikur í sambandi við barnsburðin.

 

Ætlanin var, at íbúðir skuldu gerast á Landssjúkrahúsinum til barnakonur úr Suðuroynni at halda til í. Men tað var av ongum og tískil hava barnakonur úr Suðuroy nú búleikast undir vánaligum umstøðum í fleiri ár, sigur hann.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í oktober í 2013 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera íbúðir og kømur til endamálið.

 

Talan er um fýra íbúðir og tær eru allar til barnakonur burtur av. Tær eru 50 fermetrar til støddar og eru innrættaðar við køki, stovu, sovikamari og einum kamari afturat við sovisofu, har tað ber til at uppreiða upp til tvey børn. Harumframt er ein ferðasong tøk til heilt smá børn.

 

Umframt íbúðirnar, eru átta kømur við tveimum einkultsengrum, og eitt kamar við dupultsong og tilhaldsrúmi, sum kunnu brúkast til avvarðandi og til barnakonur. Landsstýrismaðurin sigur, at í hesum sambandið varð nýtt innbúgv keypt og í seinni er tað eisini skift eftir tørvi.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum, og leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava kannað umstøðurbar, og sjúkrahúsleiðslan metir, at enn er tað ikki neyðugt at gera ábøtur. Og hesa meting tekur hann til eftirtektar, sigur hann. Tó verður innbúgvið skift so hvørt tað er neyðugt, leggur hann afturat.