Beinta roynir nýggjar leiðir

Nýtt starv: Beinta Á. Gregersen, sum hevur verið leiðari í Húsinum í Klaksvík øll árini, Húsið hevur verið til, tekur 1. august við sum leiðari í Kvasi

Húsið, virkishúsið fyri børn og ung, í Klaksvík skal hava nýggjan leiðara, tí Beinta Árnadóttir Gregersen hevur sagt seg úr starvi.
- Tað skal ikki skiljast sum, at eg eri móð av arbeiðinum. Hetta hevur verið eitt ótrúliga stuttligt arbeiði, og eg fái neyvan nakrantíð nakað líka stuttligt arbeiði, sigur Beinta Á. Gregersen.
Hon hevur verið leiðari í Húsinum í fimm ár, og nú heldur hon, at best er bæði fyri hana og tey, sum koma í Húsið, at fáa nýggjan leiðara.
Tá ið hon sá lýsingina hjá fyritøkuni Kvasi eftir leiðara, søkti hon til stuttleikar – og fekk starvið.
Hon byrjar í nýggja starvinum 1. august, og uppgáva hennara verður m.a. at skipa fyri skeiðum.
- Tað verður spennandi at royna nakað so heilt øðrvísi, og hetta er verður mítt fyrsta veruliga starv á privata arbeiðsmarknaðinum, sigur Beinta Árnadóttir Gregersen, sum nú ger klárt at flyta til Havnar.