Belgia hevur fingið ein Marc Dutroux afturat.
Bara fáar dagar eftir at tann herviligi barnadrápsmaðurin hevði fingið lívlanga fongsulsrevsing, viðgongur ein skóhøggari, at hann hevur gjørt av við seks gentur í Belgia og Fraklandi.
Tann 62 ára gamli Michel Fourniret viðgekk í rættinum, at hann beindi fyri teimum seks gentunum í árunum frá 1987 til 2001. Ein teirra var tann 12 ára gamla Elisabeth Brichet. Hon hvarv í belgiska býnum Namur í 1989. Pápi hennara sigur við belgiska sjónvarpið, at gentan bleiv burturflutt, neyðtikin og myrd, og at drápsmaðurin síðani hevði jarðað líkið.
-Nú vil eg hava sannleikan, segði Francis Brichet.
Níggju gentur
Í áttatiárunum bleiv Michel Fourniret dømdur sjey ára fongsul í Fraklandi fyri at hava neyðtikið eina sjey ára gamla gentu. Tvey ár aftan á dómin bleiv hann latin leysur, og hann og familjan gjørdu av at flyta til Belgia at búgva. Belgiska sjónvarpið vil vera við, at hann neyðtók eina 12 ára gamla gentu longu tveir dagar eftir, at hann var sloppin úr fongslinum.
Í juli í fjør tók belgiska løgreglan Michel Fourniret. Hann bleiv skuldsettur fyri at hava burturflutt og misnýtt eina gentu. Hann hevði havt gentuna í einum vøruvogni, men tað eydnaðist henni at flýggja. Í fjør vórðu líkini av tveimum gentum funnin í einum skógi í Belgia nærhendis franska markinum, og illgruni hevur alla tíðina verið um, at Michel Fourniret hevði beint fyri teimum.
Kona hansara skal sambært belgiskum fjølmiðlum hava sagt, at maður hennara hevur beint fyri minst níggju gentum.