Belgia: Trý løgreglufólk skotin

 

Vórðu skotin í samband við eina rannsókn knýtt at yvirgangsálopunum í Paris.

Trý belgisk løgreglufólk vórðu fyrr í dag skotin, tá løgreglan framdi eina rannsókn í samband við yvirgangsálopini í Paris 13. november í fjør.


Tað var í býarpartinum Forest í Brussel, at tilburðin fór fram. Belgiska blaðið Le Soir skrivar, at øll trý løgreglufólkini hava fingið smærri snuddir og eru uttanfyri lívsvanda.


– Skotið varð eftir løgregluni, upplýsir, upplýsir Eric Van Der Sypt, talsmaður fyri belgisku løgregluna, við tíðindastovuna AFP.


Persónarnir, ið skutu eftir løgregluni, eru ikki handtiknir, men megnaðu at rýma av staðnum. Løgreglan hevur avbyrgt fleiri gøtur, og ferðslan í økinum er støðga.


Belgiska løgreglan upplýsir, at tað eru bæði fronsk og belgisk løgreglufólk til staðar í átakinum, og heitir á almenningin um ikki at leggja myndir ella sjónbond av tilburðinum út á alnetið.


Reglulig átøk og rannsóknir móti yvirgangi verða enn framd í Belgia og Fraklandi. Salah Abdeslam, ein av høvðusmonnunum í yvirgangsálopunum í Paris, ið kravdi 130 mannalív, er enn ikki handtikin.