Keypsvindeygað er opnað, og nú býðst høvið hjá feløgunum at styrkja um hóparnar. Manchester United hevur keypt angolska áleyparan Manucho, meðan Derby hava meldað út, at teimum tørvar 4-5 leikarar fyri at kunna hava ein møguleika at yvirliva í Premier League. Formaðurin í Tottenham, David Levy sigur, at teir koma ikki at keypa nakran leikara her í januar. Liverpool-venjarin Rafael Benitez hevur nú fingið grønt ljós til at keypa inn. Annars var ósemja millum hann og amerikonsku ognarmennirnar, Tom Hicks og George Gillet um júst hetta. Men nú hava partarnir funnið saman. Benitez sigur, at teir fara at royna at fáa undirskriftina frá einum ella tveimum leikarum, sum kunnu styrkja um Liverpool-hópin, skjótast møguligt!
Tíðindi
VB 120 ár á baki
Tíðindi