Hóskvøldið verður ein heilt serstøk konsert í Reinsarínum, Benjamin Petersen og Hans Marius Ziska, ið hvør í sínum lag eru kendir sum solistar, fara á pall saman.
Á skránni vera løg hjá Benjamin og løg hjá Marius Ziska, og so eitt sindur av jam greiður Benjamin frá.
Konsertin er komin í lag rættiliga spontant, men tað var tað eisini fyrstu ferð teir framførdu saman. Marius Ziska og Benjamin vóru hvør í sínum lag á konsertferð í Týsklandi, og vórðu av tilvild bókaðir at spæla sama stað og sama kvøld í einum gomlum bunkara í Aachen.
Teir hildu tað vera stuttligari at spæla saman enn hvør sær, og framførdu tí saman.