Benjamin spælir á Iceland Airwaves

Víðagitni tónleikafestivalurin Iceland Airwaves er í hesum døgum í Reykjavík. Millum tey, ið framføra, er føroyski Benjamin, sum vann heiðurslønina “Væl á veg” á G! í ár.

 

Væl á veg prísurin varð latin av Atlantic Airways fyrstu ferð í ár. Tað vóru umboð fyri íslendska festivalin, sum valdu vinnaran, sum spælir á Airwaves í ár.

 

Tríggjar konsertir eru á skránni hjá Benjamin í Reykjavík um vikuskiftið. Ein í Norræna Húsinum, í dag fríggjadag kokkanl 12.00, ein í morgin á spælistaðnum Amsterdam klokkan 20.50, og ein á veitingarstaðnum Hressu seinni leygarkvøldið klokkan umleið 23.00.

 

Umframt Benjamin, so er Guðrið Hansdóttir, sum í løtuni býr í íslandi, eisini á skránni. Guðrið spældi tvær konsertir hóskvøldið, og spælir í dag í Norræna Húsinum beint eftir Benjamin. Leygarkvøldið spælir hon í Kaldalón í Harpu klokkan 20.00.

 

Jón Tyril umboðar G! Festival á Airwaves. Hann metir tað hava stóran týdning, at hava føroyskar bólkar á íslendska festivalinum til tess at faa føroyskan tónleik fram.

 

- Fólk úr øllum heiminum tysja til Reykjavíkar at hoyra nýggjan tónleik á Airwaves. Íslendingar eru sum heild sera opnir mótvegis føroyskum tónleiki, og bæði fyriskipararnir og íslendskir følmiðlar gera vanliga nógv burturúr, at føroyskir luttakarar skulu fáa sum mest burturúr. Vit hava saman við TUTL og Promote Faroe Islands undir Løgmansskrivstouvni stovnað FAME samstarvið, ið hevur til endamáls at fáa føroyskan tónleik út í heim. Ein partur av tí, er at fáa føroyskar bólkar á tiltøk uttanlands. Eitt av teimum, sum hava høgan prioritet, er Airwaves. Tískil eru vit sera fegin um, at Atlantic Airways stuðlar hesum arbeiði við "Væl á veg prísinum", sigur Jón Tyril.