Kendi, og fólkakæri, danski sjónleikarin, Morten Grunwald, er deyður. Politiken skrivar at hann sovnaði burtur í gjárkvøldið, 83 ára gamalur, eftir at hava verið sjúkur av krabbameini í eina tíð. DR sigur, at tað var lungnakrabbi hann hevði.
Í teirri stóru fjøldini er hann mest kendur sum tann, ið spældi leiklutin sum Benny í filmunum um Olsen Banden. Men hann er eisini kendur frá nógvum øðrum leiklutum, og sum leikhússtjóri.
Hann var virkin í yvir 50 ár og legði ikki frá sær fyrr enn fyri einum ári síðani, tá ið hann alment boðaði frá, at hann vildi ikki hava meiri viðgerð fyri krabbamein. Tá visti hann, at fór ikki at liva leingi afturat, men við Se og Hør helt hann fyri, at hetta var so tað, men at hann hevði havt eitt langt og gott lív.
Hann hevur spælt við í yvir 50 filmum og hevur vunnið ein hóp av virðislønum, men mest kendur er hann kortini fyri teir 14 filmarnar um Olsen-Banden.
Hann hevur eisini spælt sjónleik og hevur verið stjóri fyri Bristol Sjónleikarahúsið og Betty Nansen sjónleikarahúsið. Tað var eisini hann, ið tók stig til at gera gamla gassverkið á Østerbro til leikhús.
Sostatt eru allir tríggir, sum mannaðu Olsen Banden, farnir.