Bensinið ikki skamtað longur

Myndugleikarnir í New York kunngjørdu í dag, at nú kunnu bileigarar aftur keypa tað bensin, sum teir hava brúk fyri.

Bensinið hevur verið skamtað síðani illveðrið Sandy fyri næstan fýra vikum síðani. Skaðin av illveðrinum gjørdi, at tað var torført hjá bensinstøðunum at fáa bensin, og fyri fjúrtan døgum síðani vóru bara helmingurin av bensinstøðunum í býnum opnar.

Tí avgjørdi Michael Bloomberg, borgarstjóri, av at skamta bensinið, men í dag bleiv tann kunngerðin tikin aftur.

Blaðið New York Daily News skrivar, at 85 prosent av bensinstøðunum eru opnar nú.