Bensinið skamtað í New York

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, kunngjørdi í gjárkvøldið, at tað er neyðugt at skamta bensinið í býnum, og at skipanin kemur í gildi fyrrapartin í dag.

Hetta verður gjørt á tann hátt, at bilar, sum hava nummarplátu, ið endar við líkatali, sleppa at keypa bensin teir dagar, sum hava líkatal í kalendaranum og øvugt. Borgarstjórin segði einki um, hvussu leingi bensinið verður skamtað, men hann segði, at bara ein fjórðingur av bensinstøðunum í býnum eru opnar.

Í gjár var illveður í New York og har um vegir.