Ber ikki til at fáa alt

Stórur meirluti av limunum í Tórshanar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag góðtók á limafundi týsdagin semjuna, sum felagið gjørdi fyrr um dagin við býráðið um nýggjan sáttmála.

 

Stórur meirluti av limunum í Tórshanar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag góðtók á limafundi týsdagin semjuna, sum felagið gjørdi fyrr um dagin við býráðið um nýggjan sáttmála.

104 atkvøddu fyri, 10 atkvøddu blankt og 56 vóru ímóti.

Andres Poulsen, formaður í felagnum, er fegin um, at tað eydnaðist at faa gjørt sáttmála, eftir at felagið hevði verið í verkfalli í eina viku. Hann er eisinifegin um, at felagið einki misti aftur, frá tí at verkfallið byrjaði, og til nú semingsuppskotið varð samtykt.

Ein partur av teimum, sum atkvøddu ímóti, vóru óivað dagrøktarmammur, um enn ikki allar.

Fleiri av teimum vóru ikki nøgdar við teir batar, sum viðvíkja teimum.


Fáa meira,

tá tær eru sjúkar

Kravið var, at tær vildu hava rætt til frí við løn, tá børn teirra eru sjúk. Tað fingu tær ikki. Frammanundan fingu tær undir sjúku 80% av 2/3 av lønini, tá tær sjálvar vóru sjúkar. Nú rindar býráðið hini prosentini.

Dagrøktarmammurnar hava eisini fingið flaggdagin sum fastan frídag.

- Tað er eitt stórt framstig, og eg haldi tað vera órímiligt at vænta, at man skal fáa øll síni krøv eftirlíkað, alt tekur sína tíð, sigur Andreas Poulsen.

Hann ger vart við, at tað er so stutt síðan, at dagrøktarmammurnar komu í felagið. Tær stríddust frammanundan sjálvar við at vinna sær rættindi, men illa gekst.

Andreas Poulsen minnir eisini á, at í tí løtu semingsmenn koma upp í samráðingar, mugu báðir partar gera sær greitt, at teir noyðast at slaka.

Starvsfólkini í Svimjihøllini verða nú flutt upp úr 9. í 10. lønarflokk við aldursviðbótum, og onkur í 12.. Í 1995 vórðu tey flutt úr 12. niður í 9. lønarflokk, og teirra krav var at koma upp aftur í 12. nú, men tað eydnaðist ikki.

Tannlæknaassistentarnir flyta úr 9. upp í 12. flokk, og tannrøktarin úr 12. upp í 15. lønarflokk.


Brandmenn siga nei

Á Brandstøðini eru sløkkiliðsmeninir sera argir um ætlanina hjá býráðnum um at broyta bygnaðin. Teir halda seg ikki hava verið hoyrdar, eitt nú var eingin teirra við, tá ein kanningarferð varð gjørd til Danmarkar.

Tá samráðingarnar hesu ferðir byrjaði, setti býráðið tað krav, at reglan um, at átta sløkkiliðsmenn skulu vera á vakt í senn, skuldi burtur. Men tað segði felagið kortanei til. Í einum protokollati er nú komið at standa, at leiðarin skal samráðast við starvsfólkini um broytingar, sum felagið skal hava til ummælis.

- Tað hildu summir vera heldur veikt orðað, men vit hava gjørt vart við, at verður ikki lurtað eftir felagnum, so verður ballada. Tað hevur býráðið skrivliga fingið at vita. Tað sigur seg jú sjálvt, at ikki ber til at smoyggja broytingar niður yvir høvdið á starvsfólkum. Vit sóu t.d., hvussu gekst á Landssjúkrahúsinum, sigur Andreas Poulsen.

Sjálva lønina samráðast Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag ikki um. Teirra samráðingar eru altíð aftaná samráðingarnar millum landsstýrið og Starvsmannafelagið, og brúkar so teirra lønartalvu.

Sáttmálin hjá Tórshavnar Kommunala Starvs- og Tænastumannafelag og Tórshavnar býráð er fyri tvey ár og gongur til 1. juni 1999.