Bolton helt ímóti í 89 minuttir, men so var tað, at Dimitar Berbatov skoraði sigursmálið, sum flytur Manchester United á toppin í Premier League Higar til hevur Manchester United fyri tað mesta runnið aftan á Liverpool og Chelsea, men í kvøld hava reyðu devlarnir lagt seg á odda í ensku Premier League.
Tað gjørdu teir, tá teir á útivølli vunnu 1-0 á Bolton. Leingi bendi alt annars á málleysan javnleik, men í seinasta minuttinum skoraði bulgarski Dimitar Berbatov sigursmálið.
Aðra staðni mundi Chelsea snávað á heimavølli móti Stoke, men við tveimum málum móti dystarenda fingu teir bláu kortini hildið fast í trýstinum á hinum báðum oddaliðunum.
Liverpool kann aftur leggja seg á odda mánakvøldið, tá teir spæla grannauppgerð móti Everton.
Úrslitini í dag:
Blackburn-Newcastle 3-0
Bolton-Manchester Utd 0-1
Chelsea-Stoke 2-1
Manchester City-Wigan 1-0
Sunderland-Aston Villa 1-2
WBA-Middlesbrough 3-0
Hull-Arsenal 1-3