EB/Streymur hevur favorittstøðuna í jóansøkudystinum

Her eru oddsini upp á dystin TB-EB/Streymur

Savnsmynd frá dysti millum EB/Streym og TB í 2023

Klokkan 19 í kvøld spæla TB og EB/Streymur dyst á jóansøku, ið samstundis er dystur í fjúrtanda umfarinum í Betrideildini við Stórá í Trongisvági.

 

TB er aftast í deildini við seks stigum. EB/Streymur er nummar seks við 20 stigum.

 

Tá liðini hittist í Hólmanum á Eiði 16. mars endaði dysturin við javnleiki 2-2.

 

Hóast útivøll hevur EB/Streymur eina hampuliga greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 4,00 og 4,85.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,90 og 4,10.

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 1,55 og 1,66. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##

 

Savnsmynd frá dysti millum EB/Streym og TB í 2023