Tað er ikki á hvørjum degi, at tað er ein sovorðin fótbóltsdystur sum tann, ið fuglfirðingar og nógv onnur vóru vitni til seinnapartin leygardagin. Tey seinnu árini hevur tað verið sjón fyri søgn, at teir stevnudystirnir
? og her er ólavsøkufótbólturin roknaður uppí ? sum ikki eru landskappingardystir, hava havt lítlan og støðugt minkandi áhuga millum fólk.
Um stevnufólkið skal savnast um fótbóltin, so skal okkurt serstakt og áhugavert vera á skránni. Tað hevur verið roynt at raka seymin á høvdið á ymsan hátt. Fremmand lið hava vitjað, einstakir úrmælingar hava styrkt føroysk lið, og soleiðis kundu vit hildið á.
Men ongantíð hevur talan verið um eitt sovorðið plettskot, sum tað var, tá ÍF liðið, sum í 1979 vann meistaraskapin, og teir ellivu synirnir hjá Eyðgerð og Bergi Petersen í Fuglafirði, leygardagin stóðu fyri fótbóltsborðreiðingini á varmakeldustevnuni.
Umleið 600 áskoðarar rindaðu hálvt hundrað krónur í part fyri at síggja dystin, sum fyri áskoðararnar gjørdist nakað heilt serligt. Fótbóltsundirhaldið var sjálvsagt ikki á sama støði, sum tað, ið hevur verið at sæð í sjónvarpinum tær seinastu vikurnar. Men tað man mangan vera komið fyri, at støðið ikki hevur nátt tí, sum tað var leygardagin.
Hóast teir eru farnir um tey fjøruti., so duga teir, sum í 1979 saman við svianum Ronny Gunnarsson vunnu fyrsta og higartil einasta FM heitið til Fuglafirðar, framvegis at spæla bólt. Kristian Petersen, Kaj Eli Olsen, Meinhardt Dalbúð, Abraham Hansen, Sonni Jensen, Jan Nielsen og allir hinir, sum vóru so óførir fyri meiri enn tjúgu árum síðani, vita framvegis, hvat tað snýr seg um. Og í málinum stóð Steinbjørn í Lambanum, sum við fleiri stórbjargingum gav ábendingar um, at hann framvegis kundi havt verið evni til besta liðið.
Veteranarnir vunnu 4?3. Í steðginum stóð á jøvnum 1?1, og eina løtu í 2. hálvleiki sá einki út hjá Bergsliðnum, sum beiggjarnir kallaðu seg. Jan Nielsen var rættuliga í hopla, hann skoraði øll málini fyri FM liðið, og tá teir vóru komnir framum 4?1 bendi okkurt á stórsigur. Men so tóku beiggjarnir dyk á seg og minkaðu um munin til 4?3.
Talan var á ongan hátt um avtalað spæl. Men tá FM 79 hevði fingið handað steypið, boðaði Sonni Jensen, sum saman við málverjanum, Steinbjørn í Lambanum, er drívmegin í fótbóltsdeildini hjá ÍF, frá, at teirra lið var longu undan dystinum samt um, at uttan mun til hvussu tað fór at tørna út, so skuldi Bergsliðið fáa steypið. Og nú hevur vakra steypið, sum pf. Haraldsen hevði givið, fingið heiðurspláss í stovuni á Kambsdali!
Fyrstu ferð í tólv ár
Tá familjan kom út á Kambsdal ella Ytra dal, sum fuglfirðingar siga, við steypinum, var hetta fyrstu ferð í tólv ár, at øll familjan var savnað. Fyrstu børnini giftust út í 1988, og síðani tá hevur tað ongantíð borið soleiðis á, at øll hava verið heima í senn. Familjan var savnað leygardagin og sunnudagin, og tey vóru umleið tríati til døgurða.
Í síðstu viku vóru beiggjarnir fleiri ferðir á vøllinum í Fuglafirði og vandu, og tá Eyðgerð og Bergur og døtrarnar báðar seinnapartin leygardagin so at siga gjørdust miðdepul í hesum óføra bygdartiltakinum, dugdu tey so væl at spæla sín leiklut, at tey væl kundu havt vant heilt leingi. Pápin var serliga aktivur á síðulinjuni, tá tað eina løtu í 2. hálvleiki ikki sá nakað serligt út. Og tá Bergsliðið skoraði málini, runnu allir ellivu brøðurnir út á síðulinjuna til mammuna og systrarnar at fagnast saman við teimum.
Gomul hugsan
Eyðun Petersen, næstelsti beiggin og málverji leygardagin, var talsmaður hjá Bergsliðnum:
? Vit hava leingi spælt við tankan um, at tað hevði verið stuttligt at roynt okkum í onkrum lokalum tiltaki. Tá tað var greitt, at Martin, sum býr í Namibia, fór at vera heima á varmakeldu í summar, so boðaðu vit ÍF frá, at vit vóru til dystin fúsir. Hetta var í apríl mánaði. Sonni Jensen, formaður í fótbóltsnevndini, hevur samskift við okkum, og vit hava verið ógvuliga spentir.
Og Sonni Jensen sigur:
? Eg helt hugsanina um ein sovornan dyst vera áhugaverda, men at tað fóru at vera pengar í hasum, dugdi eg ikki at ímynda mær beinanvegin. Men tað kendist skjótt, at áhugin var stórur, og vit fara ongantíð at gloyma varmakelduna ár 2000. Veðrið var fínt, og tað var stuttligt at spæla, sjálvt um tað var heilt týðuligt, at áskoðararnir tóku á við beiggjunum, og at vit fyri fyrstu ferð so at siga vóru á útivølli í Fuglafirði.
Nógvir stuðlar
Dagur og vika gjørdi nú eitt kvøldið eitt lítið sindur burturúr, at dysturin skuldi verða. Heima við hús høvdu serliga teir yngru brøðurnir tosað um, hvussu tað fór at verða við búnum, meðan eldru brøðurnir ikki hildu hetta hava so stóran týdning. Mamman hevði ? sum mammum líkt ? fatað, hvussu nógv hetta hevði at týða fyri teir yngru, og so nýtti Eyðgerð, mamman at fótbóltsliðnum!, høvið at siga í sjónvarpinum, at tað hevði komið væl við, um onkur hevði stuðlað tiltakinum.
? Tað gekk bara ein lítil løta, so høvdu fleiri givið til kennar, at tey vóru áhugað at stuðla. Formula Xerox og Boðasteinur rindaðu fyri búnarnar, og Haraldsen og KJ Hydraulic góvu venjingarbúnarnar. Bæði teimum og hinum, sum veittu stuðul, eru vit ómetaliga takksom, sigur Eyðun Petersen.
Hinir stuðlarnir vóru Faroedane, JT Electrics, Føroya Betongsaging, Danstein og Fuglø Arkitektar.
Brøðurnir og familjan settu rættuliga dám á varmakeldustevnuna. Teir vóru við í skrúðgonguni, tá stevnan varð settt av Dánjáli Vang, býráðslimi. Familjan var rættuliga sjónsk. Á bringuni á spælarablusunum var prentað 38 ára gamla brúðarbílætið av foreldrunum. Hugskotið áttu Hildigarð Eliasen og Malan Jacobsen. Malan, sum er systir Eyðgerð, "sníkti" seg at "læna" bílætið til endamálið.
? Vit kendu, at leygardagurin var hugnaligur fyri øll tey, sum vóru til dystin. Fyri okkum fer tiltakið altíð at vera minnisríkt. Bæði leygardagurin og ikki minst fyrireikingarnar. Tað hevur verið nakað heilt serligt í familjuni í vikunum og døgunum uppundir varmakelduna, sigur Eyðun Petersen. Hann og fleiri av hinum í eldra endanum hava ikki spælt skipaðan fótbólt, síðani teir vóru dreingir ella unglingar. Teir yngru spæla í ÍF, og onkur av teimum, sum er fluttur av landinum, hevur spælt á besta liðnum. Felags fyri teir allar var, at teir høvdu evni at spæla bólt, og fyri áskoðararnar fer varmakeldudysturin ár 2000 altíð at standa í huganum sum nakað heilt serligt.
Hetta var fyrsta og ivaleyst einasta ferðin, at synir hjá einari mammu og einum pápa mannaðu eitt fótbóltslið í Føroyum. Hugflogið skal nýtast at fáa stevnufótbóltin at verða áhugaverdan. Men av sjálvsøgdum orsøkum ber tað illa ella ikki til at fáa sovornar dystir í hvørjari øld, sum tann, ið var í Fuglafirði leygardagin.jh