Bergsøy heldur fast í oddasessinum

Pauli Høj og liðfelagarnir vunnu tepran sigur á heimavølli.

 

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í kvøld dyst á heimavølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á vitjan í REM Arena í Fosnavåg var Åsane, ið liggur bert tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.

 

Hóast eina stóra favorittstøðu hevði Bergsøy trupuleikar við Åsane í seinna hálvleiki. Bergsøy var á odda 19-14 í steðginum, og teir vóru á odda 26-20 í seinna hálvleiki. Men Åsane kom upp á javnleik 31-31 áðrenn tað eydnaðist Bergsøy at tryggja ein harðvunnan, men týðandi 32-31 sigur. 

 

Pauli skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir. 

 

Bergsøy er fremst í deildini við 33 stigum. Viking TIF og Bodø hava 31 stig hvør. Viking TIF hevur spælt ein dyst færri enn Bergsøy og Bodø.

 

Sunnudagin 1. mars spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Lillestrøm.