Bergsøy var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Pauli Høj og liðfelagarnir eru ikki longur ósigraðir

Undan dystinum á heimavølli móti Melhus í REM Arena høllini í Fosnavåg í dag høvdu Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy fult stigatal, 16 stig fyri átta dystir í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Men í dag steðgaði sigursrøðin hjá Bergsøy. Melhus vann dystin 28-25. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, men í seinna hálvleiki var útiliðið omaná.

 

Pauli skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir, og hann vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Bergsøy er nummar trý í deildini við 16 stigum. Viking TIF er fremst við 18 stigum, og Melhus hevur 16 stig á øðrum plássinum.

 

Sunnudagin 30. november klokkan 15 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Grenland.