Bergtakandi

Tað ber ikki til at keypa seg eydnusaman - verður sagt. Men ein túrur viðp Norðlýsinum á grottukonsert í Klæmintsgjógv er ein serlig uppliving - sum er til sølu

Hvar er bussurin?

Farstøðin er vát, tí tað sirmar. Blaðmaðurin er kaldur, tí tað er vindur. Og bussurin er ov seinur, tí klokkan er tjúgu minuttir í fimm.

Norðlýsið kemur inn á Gomlurætt hendan dagin, tí tað hevur ikki brúk fyri nakrari fínari ferjulegu, sum má umbyggjast nú nýtt skip skal setast í Sandoyarsigling.

Tískil byrjar túrurin við Norðlýsinum á konsert í Klæmintsgjógv á Farstøðini, har bussur skal koma eftir ferðafólkunum.

Men eingin á Farstøðini veit nakað um bussin. Sum er ov seinur.

Spurt verður til høgru og vinstru, men eingin veit nakað. Knappliga kemur bussurin. Koyrir framvið ferðafólkunum á Farstøðini, og steðgar har, ið Norðlýsið vanliga plagar at liggja. Hatta má vera hann.

Gott eg ikki eri franskur ferðamaður í Føroyum, hugsi eg.


Hvar er fólkið

Bussurin er fínur - veruliga flottur. Nærum eins góður og tann, ið koyrdi meg úr Danmark heilt til Italiu á sinni. Og vit sita bara átta fólk í honum, so har er gott beinpláss.

Jú, nú byrjar at hjálpa.

»Her skuldu vera sekstan fólk - hava tit sæð øll hini?« spyr bussførarin.

Nei, tað hava vit ikki.

Hann er í tí, sum líkist nógv dýrastu neyð, tí hann kann ikki bara fara frá helvtini av ferðafólkunum.

Hann ringir her og har, meðan vit átta sita í góða bussinum og bíða.

Ein donsk ferðakvinna, ið skal sláa tíðina íhel, meðan vit bíða, fer undir at greiða hinum donsku ferðafólkunum frá um ferðafólkakunningina í Føroyum. Hon peikar yvir á bláa bygningin hjá Ferðaráðnum og sigur.

»Den der turistinformation er den bedste. Der er også en anden længere oppe i byen, men den er ikke så god. I skal hellere bruge den der derovre.« ljóða vísdómsorðini, og hini takka fyri ráðini.


Litir í landslagnum

Bussurin koyrir til Gomlurætt, og stutt eftir at hann hevur sett ferðafólkini av, kemur stásiliga Norðlýsið siglandi inn um havnalagið.

Her er grýtut og óruddiligt, tí umbyggingararbeiði fer fram. Men bláa skipið lýsir upp sum ein litblettur í gráa lendinum.

Eitt annað sum lýsir upp er reyði jakkin hjá einum ferðamanni, sum eg sá standa á Farstøðini, men ikki var við í bussinum. Og kortini - hann stendur her á Gomlurætt. Hann man hava uppgivið bussin.

Fólk fara av skipinum og inn í bussin, og næsta lið av fólki fer umborð, og beinanvegin verða trossarnir loystir og Norðlýsið stevnir í fagrasta veðri ímóti Hestoynni.


Býr umborð

Birgir Enni stendur við róðri eins og hann hevur gjørt mangar mangar ferðir. Um summarið býr hann heilt einfalt umborð á skipinum.

Hann hevur ikki tal á øllum teimum túrum, hann hevur gjørt við skipinum, men hvørt summar hesi seinastu nógvu árini er farið við sigling mestsum hvønn dag - onkuntíð so mikið sum tríggjar túrar um dagin.

? Seinast eg hevði vikuskifti var einaferð í apríl mánaði, sigur skiparin.

Manningin á skipinum telur skiparan og tveir dekkarar. Annar teirra er sonur Birgir Enni, sum ikki dylir sínar vónir fyri honum.

? Hvør veit, kanska hann fer at taka yvir eftir mær. Hann er mestum uppvaksin umborð, og hann hevur hug at sjónum.

Vit sigla uttan segl, tí vindurin er mestsum eingin. Niðri í lugarinum sita tveir av tónleikarunum, ið seinni skulu spæla konsertina inni í Klæmintsgjógv.

Heðin Davidsen og Andras Olsen á áviskavist gittara og trombone, hava ofta staðið fyri tónlistarliga innslagnum á túrinum og ferðast heimavandir umborð.

Tann triðji tónleikarin, sum skal spæla í Klæmintsgjógv hendan dagin er Kristian Blak. Men hann er longu staddur í gjónni. Hann fór út higar við fyrra túrinum hjá Norðlýsinum hendan dagin, og hevur ligið undir fuglabjørgunum og tikið upp fuglaljóð, meðan Norðlýsið var á Gomlurætt eftir nýggjum ferðafólkum.


Leggja gólv í gjónna

Nú fer seglskipið vesturum Nólsoynna, og skiparin byrjar at greiða frá um spennandi hugskot síni við at gera holurnar og røkurnar á Hestoynni til eitt ferðamannaparadís.

Eitt av teimum ikki so óhugsandi hugskotunum er at leggja "gólv" í eina av holunum. Soleiðis fer at bera til at seta fólk upp á land í nærum øllum veðri, og tað letur møguleikarnar upp fyri øllum møguligum tiltøkum úti í holunum.

Eitt annað av hugskotunum er at gera tað møguligt hjá ferðafólki at ganga á rókunum í Hestbjørgunum. Har er longu gongt - um tú ert royndur bjargamaður - men fyri at eitt tilkomið týskt ferðamannapar skal hætta sær undir túrin, má gøtan gerast høggligari og tryggari.

Jú, hugskotunum feilar einki, og tað letur seg væl gera at fremja tey. Men sum skiparin á Norðlýsinum er skjótur at nevna, so er tað fyrst og fremst ein spurningur um at fáa pening til íløguna.


Holið

Eitt svart hol í berginum kemur undan kavi.

»So eru vit har« rópar skiparin og dekkararnir byrja at býta bjargingarvestar út til fólkið.

So verða teir báðir gummibátarnir dringir upp á síðuna av seglskipinum, og fólk fara í teir. Tónleikararnir fara inn við einum øðrum gummibáti, ið verður fyltur við útgerð av ymsum slag.

So sigla vit.

Tónleikurin byrjar í tí løtu bátarnir koma inn um opið til Klæmintsgjógv. Ljóðið frá 145 hesta motorinum á størra gummibátinum gerst til djúpar tónar, ið fylla hellið.

Inni í holuni sita Kristian Blak og ein teknikkari klárir. Hinir báðir tónleikararnir verða settir upp á land, og útgerðin verður gjørd til reiðar.

So tekur Heðin Davidsen tær fyrstu spakuligu akkordirnar á elgittaranum, og Kristian tekur við á ljómborðinum.

Andras Olsen er farin til stroks inn í hellið við trombonini. Tá fyrsta lagið er komið í helvt ella so, sæst hann trýna fram á einum kletti, og blása. Stutt eftir koma tónarnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.

Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.

Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.

Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.

Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.

Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.

Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.


Uppliving til sølu

Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.

Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.

Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.

Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.

Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.

Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.

Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.

Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.

Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.