Við yvirskriftini ”Teir garvaðu halda fram” boðar Víkingur frá, at Bergur Gregersen, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen halda fram Víkingi.
Bergur Gregersen var burtur frá fótbólti ein stóran part av farna kappingarár, men verður nú við aftur. Hann og Finnur Justinussen hava báðir gjørt ein tvey ára sáttmála.
Andreas Lava Olsen spældi eisini lítið í fjør, men vónin er at fáa fleiri minuttir frá leirvikinginum til komandi kappingarár. Hann hevur gjørt eitt ára sáttmála.