Berjast um føroysku atkvøðurnar

X-Factor er á skránni aftur í kvøld, og er tað fyrstu ferð, at sokallað bootcamp er á skránni. Fleiri luttakarar berjast nú um tær føroysku atkvøðurnar.

 

Jean Michel var eisini við í bootcamp í fjør, og hevur hann búð í Føroyum í nøkur ár. Nú býr hann í Nyborg, men hevur enn tilknýti til Klaksvík. Hann stúrir ikki fyri sendingini í kvøld.

 

-Tað er neyðugt at velja ein sang, sum hóskar væl til tín og tína rødd. Tað ber ikki til at taka ein sang einans fyri at nøkta tørvin hjá dómarunum, tí tú noyðist fyrst at vísa hvør tú ert sum tónleikari, sigur hann við heimasíðuna hjá DR.

 

Eisini Kristel Lisberg verður at síggja, tá ið X-Factor er á skránni hjá DR í kvøld kl. 19.00.

 

-Eg havi vant og sungið nógv. Og eg havi valt ein sang, sum hóskar seg ógvuliga væl til mín. Ein sangur, sum eg brenni fyri, og sum eg altíð havi droymt um at framføra, so hetta verður spennandi, sigur Kristel við heimasíðuna hjá DR.