Bert 99 bilar gjørdir

Aston Martin er ávegis við eini nýggjari útgávu av Vanquish, sum er designaður hjá Zagato í Italia, og bilurin eitur Aston Martin Vanquish Zagato.

 

Italska teknistovan Zagato hevur í meira enn 50 ár havt tætt samband við Aston Martin í Onglandi. Í felag hava Zagato og Aston Martin gjørt nógvar flottar bilar.

 

Hesin Vanquish Zagato hevur V12-motor við 600 hk og koyrir frá 0 til 100 km/t upp á einans 3,5 sekund.

 

Vanquish Zagato verður einans gjørdur í 99 eindum á Aston Martin-fabrikken í Gaydon í Onglandi. Stórur eftirspurningur er eftir bilunum, sum kunnu heintast fyrst í 2017.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/