Vit arbeiða í løtuni við einari nýggjari gymnasialari skipan, sum umfatar allar miðnámsútbúgvingar í landinum.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri.
Tað hevur ljóðað, at trupulleikar hava verið við at sloppi inn á hægri útbúgvingar hjá teimum, sum hava gingið á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Men hetta er ikki heilt rætt, sigur Eyðbjørn Poulsen frá Mentamálaráðnum.
- Vit hava avtalur við danska undirvísingarmálaráðið. Trupulleikin er tekniskur, tí upptøkukunngerðin liggur hjá Ministeriet for Videnskab og ikki hjá undirvísingarmálaráðnum. Og í kunngerðini standa nakrar føroyskar útbúgvingar positivt nevndar, student, HF og HT. Tí mugu vit viðhvørt aktivt inn í málið, tá aðrar útbúgvingar skulu søkja inn á danskar skúlar, sigur Eyðbjørn Poulsen.
Hetta er tó bert í heilt fáum førum, og í nøkrum serligum skúlum, sum ikki eru kunnaðir um avtaluna, sum Mentamálaráðið hevur við donsku skúlamyndugleikarnar.
- Tað kemur fyri, at vit mugu senda eitt bræv til onkran serliga skúla og vísa á avtaluna, sum vit hava við danir, sigur Eyðbjørn Poulsen.
Hann sigur víðari, at teir hava fingið lovað, at hesi viðurskiftini skulu koma upp á pláss »í leypi av komandi árinum«. Annars er tað Mentamálaráðið, sum góðkennir útbúgvingarnar, og ikki danskir myndugleikar. Eyðbjørn Poulsen sigur, at føroysku útbúgvingarnar eru fult á hædd við tær donsku, men trupulleikin liggur sum nevnt í, at upptøkukunngerðin liggur hjá Ministeriet for Videnskab og ikki hjá Uddannelsesstyrelsen.
Men hetta verður sum sagt komið upp á pláss innan árið er runnið.