Bert eitt dómarapar tøkt til hondbóltskappingina

Formaðurin í hondbóltsdómarafelagnum staðfestir, at talan er um eina stóra kreppu innan hondbóltsdøming í Føroyum

Tað sær svart út í skrivandi stund at skjóta Atlantic Airways kappingina og Elektron deildina hjá monnum og kvinnum í hondbólti í gongd. 

 

Í samrøðu við Rás2 seinnapartin staðfesti formaðurin í hondbóltsdómarafelagnum, Hartvig Joensen, at bert eitt dómarapar er klárt at tørna út í fremstu hondbóltsdeildunum. Givið er, at so kann eingin kapping fullførast, uttan so, at ein fer aftur til gamlar metodir, og letur heimaliðini seta dómarar til dystirnar.


Fyri hondbóltsdómararnar er talan um eitt stórt vónbrot. Danski dómaraeygðleiðarin, Johnny Tauman hevur verið fleiri ferðir í Føroyum. Andrias F. Hansen, Eyðun Samuelsen og Karstin Joensen hava eisini havt dómaraskeið, men kortini hevur rekruteringin av hondbóltsdómarum kiksað.

 

Feløgini hava heldur ikki tikið trupuleikan í álvara.

 

Undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við Hartvig Joensen, sum var á Rás2 fyrr í dag.