Bert liðskipararnir sleppa at práta við dómararnar undir EM-endaspælinum

UEFA ætlar, at samskiftið skal bara vera millum dómaran og liðskipararnar undir EM-endaspælinum í Týsklandi

Dómaraleiðarin hjá evropeiska fótbóltssambandinum, UEFA, Roberto Rosetti hevur í einum opnum brævi boðað frá broytingum til komandi EM-endaspælið í Týsklandi.

 

UEFA fer at hava fokus á ein nýggjan samskiftishátt meðan dystirnir eru í gongd. 

 

Tað vera nevnliga bara teir báðir liðskipararnir, ið sleppa at tosa við dómaran undir dystinum. Um aðrir leikarar enn liðskiparin koma yvir til dómaran fyri at siga okkurt teimum er á hjarta, so fáa hesir leikararnir beinavegin eitt gult kort. 

 

Roberto Rosetti greiðir frá, at tað er ógjørligt hjá einum dómara at útgreina nakað fyri 22 leikarum undir einum dysti, og tí verður bara samskift við liðskipararnar.

 

Roberto Rosetti heitir á liðini um at tryggja sær, at tað bara er liðskiparin sum samskiftir við dómaran. Roberto Rosetti vil eisini, at liðskipararnir hava ábyrgdina og tryggja sær, at hinir leikararnir ikki flokkast rundanum dómaran undir einum dysti. 

 

Leikarar sum ikki akta liðskiparan hjá sær fáa eisini eitt gult kort. 

 

Roberto Rosetti skrivar eisini í opna brævinum, at tað er torført at vera dómari, tí ein dómari má taka millum 200 og 250 avgerðir undir einum dysti. Ein dómari tekur í miðal eina avgerð fyri hvørji 22 sekund, sambært Roberto Rosetti.