Liðini hava sum so einki at spæla um, og tí hevur hesin dysturin ikki tann stóra týdningin. Einasta, sum kann henda, er, at Neistin kann fara eitt pláss longur upp eftir stigatalvuni. Hetta hendir, um KÍF tapir dystin ímóti StÍF, og Neistin vinnur ímóti hoyvíkingum.