- Bert smávegis broytingar

Landstýrismaðurin við Vinnumálum hevur broytt kunngerðir um rúsdrekkasølu hjá hotellum og matstovum, hann leggur dent á, at her er talan um smáar og sera restriktivar broytingar. Broytingarnar eru bert galdandi fyri matstovur og gistingarhús og umfata sostatt ikki ølklubbar og onnur. Nú ber til at skeinkja uttandura, og at selja rúsdrekka út úr húsinum saman við tilgjørdum mati, um vørurnar verða bílagdar eina viku frammanundan. Harumframt kann Rúsdrekkasøla Landsins geva teimum matstovum og gistingarhúsum, sum keypa nógv, ávsláttur.

- Talan er um restriktivar broytingar. Vit hava vurdera hetta leingi og hava tosað við vinnuna og Fyribyrgingarráðið. Fyri at einki óskil skal vera, hava vit gjørt tað somikið restriktivt, greiðir Bjarni Djurholm frá.

- Fyri at fáa loyvi at skeinkja úti skal søkjast um serligt skeinkiloyvi afturat tí vanliga. Áðrenn loyvisnevndin gevur hetta loyvið, skal tað ummælast hjá bæði kommunu og løgreglu. Lokalu myndugleikarnir hava best innlit í, hvussu hetta best kann gerast, sigur Bjarni Djurholm.

Landstýrismaður væntar heldur ikki, at avslátturin fer at merkja, at prísurin á rúsdrekka fer niður á matstovum. Ístaðin verður møguleiki hjá mastovum at keypa dýrari vín, ella at fáa meira til raksturin.

Avslátturin hjá matstovum skal sambært landsstýrismanninum fíggjast av lógarbundna yvirskotinum hjá Rúsdrekkasølu landsins. Málið verður tikið upp í sambandi við eykajáttanina fyri mars. Tað er greitt, at fyrstu tíðina verður talan um avmarkaðan avsláttur. Men í sambandi við fíggjarlógina fyri 2008 verður málið tikið uppaftur til viðgerðar, tá skal lógarbundna yvirskotið endurskoðast alíkavæl, sigur Bjarni Djurholm.