Kommunurnar hava í sínum dagliga arbeiði eisini hugsað um, hvør besta langtíðarloysnin er á umhvørvisøkinum. Flest øll eru samd um, at týdningurin av reinum umhvørvi er stórur og at tað skapar trivnað fyri íbúgvar og vitjandi. Eisini fyri ferðavinnuna hevur hetta alstóran týdning, tá hugsað verður um, at ferðamaðurin kemur til Føroya fyri m.a. at síggja okkara reinu og óspiltu náttúru. Hetta var orsøkin til, at stigtakarar í fjør fóru undir tiltakið »Best røkta bygd«. Endamálið við kappingini var júst at eggja føroyingum til at hugsa um og virða umhvørvi, sið og mentan.
Á hugnaligari kvøldsetu í Norðurlandahúsinum 28. mai 1997 vórðu tríggjar kommunur heiðraðar. Vinnandi kommunan var Sandavágur og næst eftir henni Tjørnuvík og Eiði. Virðislønin, sum var kr. 30.000 frá Føroya Sparikassa og eitt relieff úr leiri, umframt at eitt vegaskelti frá Landsverkfrøðinginum við áskriftini »Best røkta bygd 1997« varð latið. Tjørnuvík og Eiði fingu eina gávu á 5.000 kr. í part.
Fyrireiking til »Best røktu bygd 1999«
Stigtakararnir hava avgjørt at kappingin skal fyriskipast annaðhvørt ár ? staktalsár ? og verður hon næstu ferð 1999. Kappingin verður lýst í fjølmiðlunum og við skrivi til allar kommunur í landinum í januar mánaða. Metingin hjá dómsnevndini fer fram í tíðarskeiðinum apríl til mai, tá úrslitið verður almannakunngjørt.
Tilmelding í 1999
Framyvir er ætlanin at kommunurnar sjálvar melda seg til við at fylla út serlig oyðubløð, sum verða brúkt til tilmeldingina. Á oyðublaðið, sum verður sent kommunum í januar, skulu tær grundgeva fyri, hví tær meta seg vera »Best røkta bygd, býur ella býlingur 1999«.
Dómsnevndin
Fyri kappingina er vald ein dómsnevnd við fimm limum. Stigtakararnir velja limirnar í dómsnevndina, sum í 1997 varð mannað av: Óla Mikkelsen, Føroya Náttúru- og umhvørvisverndarfelag (FNU), Per Hansen, Ferðaráð Føroya, Bryndis á Dunga, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Sverra Egholm, fyrrv. landsbókavørði og Gunnleyg Durhuus, landsarkitekti, Føroya Landsstýri.
Hvat leggur dóms-
nevndin dent á?
Støði er tikið í, hvat lóggávan á umhvørvisøkinum sigur, at kommunurnar hava ábyrgdina av. Hugt verður at støðuni viðvíkjand almennum reinføri, kloakkum og spillvatni, burturkastskipanini, húsdjórahaldi og fólkalívsminnum. Eisini verður dentur lagdur á, at kommunustýrið hevur framtíðarætlanir fyri, hvussu kann betrast um umhvørvisstøðuna og at nakað er gjørt fyri at fríðka um í kommununi. Harumframt verður hugt at, um nøkur ferðatilboð eru til vitjandi. Dómsnevndin kann biðja um innstillingar frá øðrum, eitt nú IRF, KOB og ferðavinnuøkisfeløgunum.
*