Besta barna- og ungdómsbók innstillast í dag

Í dag verður kunngjørt hvør føroysk bók verður instillað til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2008. Tíðindafundur í sambandi við virðisløn fyri  barna- og ungdómsbókmentir  í dag mikudag 12. desember kl. 15.30 í Miðlahúsinum í Havn.

Fyri fjórðu ferð hevur Útnorðurráðið tikið stig til at heiðra bestu barna- og ungdómsbók, sum er útkomin seinastu trý árini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Heiðurslønin verður latin annað hvørt ár, næstu ferð í 2008.

Til várs verður vinnarin funnin, og vinnarin fær 60.000 kr.

Í 2002 vann íslendingurin Andri Snær Magnusson fyri bókina ?Søgan um bláa knøttin?.  Tá varð ?Kuffi? hjá Brynhild Andreassen og Astrid McDonald innstillað úr Føroyum.

Í 2004 vann bókin ?Eingil í vesturbýnum? sum tær báðar íslendsku Kristin Steinsdóttir og Helga Sólveig Thorgeirgdóttir hava skrivað og myndprýtt. Tá varð ?Loppugras? hjá Sólrun Michelsen og Hanna Bjartalíð føroyska vinnarabókin.

Í 2006 vann Bárður Oskarsson við bókini ?Ein hundur, ein ketta og ein mús?, sum hann hevur skrivað og myndprýtt sjálvur.

Í dag verður so almannakunngjørt hvør føroyskt bók verður innstillað til virðislønina í 2008.

Øll eru vælkomin.

Vegna dómsnevndina

Oddfríður Rasmussen       Arnbjørn Dalsgarð             Helena Dam á Neystabø