Í morgun hevur besta mansdeildin í fótbólti nýggjan høvuðsstuðul og nýtt navn. Vodafone verður høvuðsstuðul næstu trý árini Fótbóltssambandið hevur í morgun kunngjørt nýggjan høvuðsstuðul til bestu mansdeildina í fótbólti.
Seinnu árini hevur deildini verið kallað Formuladeildin, men nú skal kappingin eita Vodafonedeildin.
? Hetta passar væl til okkara strategi. Vit eru longu við í Champions League, og nú verður besta deildin í Føroyum kallað Vodafonedeildin, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri í Vodafone.
Avtalan millum Fótbóltssambandið og Vodafone er galdandi í trý ár, og hon kemur beinleiðis føroysku fótbóltsfeløgunum til góðar.
? Feløgini kunnu rokna við einari inntøku í trý ár, tí øll upphæddin fer óskerd út til feløgini, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti, sum nevnir marknaðarføringina av fótbóltinum sum ein stóran síðuvinning í samstarvinum við Vodafone.
Hákun Steingrímsson, forstjóri í Formula.fo, sum altso hevur lagt navn til bestu deildina í fýra ár, staðfestir, at Formuladeildin avgjørt hevur marknaðarført fyritøkuna.
? Umframt at sjálv deildin hevur itið Formuladeildin, hevur millum manna eisini verið tosað um Formulaspælarar og alt møguligt annað. Hóast vit ikki hava roknað upp á hetta krónu fyri krónu, so er einki at ivast í, at hetta hevur brandað okkum sera væl, sigur hann.