Hølini, har Kvøldlot á sinni helt til, hava staðið tóm í langa tíð, men nú verður skjótt lív í aftur. Hans Andreasen er maðurin aftanfyri nýggja dansistaðið, sum letur upp innan tveir mánaðir.
Dansa hósdag til sunnudag
? Vit fara at hava eina matstovu, sum tó ikki verður á sama høga støði sum matstovan hjá Leif uppiá. Vit fara at hava opið um dagin, og selja vanligan, lættan mat, men tað fer at verða rættiliga snøgt og hugnaligt inni, greiðir Hans Andreasen frá. Eisini verður møguleiki at fáa ein kaffimunn ella ein rúsandi løg, um tað ynskist.
Hans Andreasen sigur, at støðið á innrættingini fer at minna um tað, vit minnast frá Maxim, við leðurmøblum og góðari tænastu. Men umframt at hava tikið íblástur frá Maxim, hava teir eisini lagt seg eftir at raka tað, sum Kvøldlot á sinni var kent fyri. Nevniliga livandi tónleikin og hós? og sunnukvøldini.
? Hetta verður eitt dansistað við livandi tónleiki. Vit fara ikki at hava plátuvendara, men livandi dansitónleik hvørt vikuskiftið. Og so fara vit at royna tað, sum eydnaðist so væl í Kvøldlot, nevniliga at savna fólk hóskvøld og sunnukvøld, umframt vikuskiftisdagarnar, greiðir Hans Andreasen frá.
Serliga bygdafólkini í Havn nýttu hóskvøldini í Kvøldlot. Fríggjadag fóru tey flestu heim at halda vikuskifti, og tí var hóskvøld síðsti møguleiki at hugna sær úti í Havn. Og sunnukvøld var eisini væl vitjað av serliga bygdafólkum, sum komu aftur til Havnar, eftir vikuskiftið á bygd.
25+
Hóast tað enn ikki er sett nakað endaligt aldursmark, sigur Hans Andreasen, at málbólkurin verður tey meiri tilkomnu.
? Vit ætla ikki at fáa tey blaðungu at koma oman til okkara. Og eg vænti heldur ikki at tey tíma at koma oman til livandi tónleik og sjelarar. Tey ungu vilja hava plátuvendara og ein annan stíl, enn tann, tey fara at finna her, slær hann fast.
Og Hans er sannførdur um, at nýggja dansistaðið fer at bera seg. Tí tað er veruliga tørvur á einum tílíkum staði í Havnini.
? Gamaní eru tað nógvir náttklubbar eftirhondini, men tað er eingin, ið hevur júst hetta konceptið. Onkur náttklubbi hevur nakað tað saman, men allir hinir hava eisini plátuvendara, og tí kann tað hóast alt ikki samanberast. Tað eru rættiliga nógv fólk, sum ganga í býnum, og tað er stórur saknur í einum slíkum stað, við stíli og góðari tænastu, sigur Hans.
Onnur tilboð
Umframt mat, høgt støði og livandi dansitónleik ætlar Hans at bjóða enn fleiri tiltøk.
? Alt er ikki endaliga fastlagt enn, og tí vil eg ikki siga ov nógv longu, men tað er greitt, at vit ætla at hava ein stórskíggja, har vit serliga fara at vísa fótbólt. Vit hava fingið hendur á sera góðari útgerð, so vit ætla at gera nógv við at vísa fótbólt, greiðir hann frá.
Eisini nevnir hann dart-kappingar sum eitt av tiltøkunum í nýggja staðnum. Umframt tað, er eisini nógv annað spennandi á skránni, men hann vil tó ikki siga ov nógv enn.
Spurdur um navnið á nýggja staðnum er komið undir land, svarar Hans Andreasen, at tað eru fleiri uppskot uppi og venda, men at tað ikki er tikin endalig avgerð um navnið enn.
? Tað einasta, sum er vist, er, at tað verður eitt føroyskt navn. Eg haldi, at vit hava nóg mikið av hesum útlendsku nøvnunum í býnum eftirhondini, sigur Hans Andreasen at enda.
Enn er endaliga dagfestingin, fyri nær nýggja dansistaðið letur upp, ikki ásett. Men tað verður í øllum førum innan tveir mánaðir.