Besta íløga vit hava gjørt

Kosmetiskar viðgerðir eru settar á breddan í Føroyum. Fyrr tosaði eingin um slíkt, men í dag er tað púra náttúrligt at fáa skorið eitt stykki av eygnalokunum ella sogið feitt úr bróstunum. Mótablaðið hevur prátað við fýra kvinnur, sum allar siga, at broytta útsjóndin gav teimum eitt betri lív

Inni í fjálga køkinum í flagtektu húsunum uppi á Vágsheygum í Klaksvík sita fýra flottar, festligar og djarvar kvinnur í besta aldri og fáa sær kaffimun aftur við livandi práti um undirlutakenslur, útsjónd og kosmetiskar skurðviðgerðir.

Ruth Laksafoss, Anna Damberg, Marianna Eysturoy og Malan Vágsheyg hava allar fingið kosmetiskar viðgerðir, sum ikki bara hava broytt teirra útsjónd, men eisini givið teimum nýtt mót og nýggjan lívshug. 

Hugnaligu umstøðurnar, har gamlir møblar koma til heiður og æru og hugsað er um hvørja lítla detalju, passa væl til eitt prát um, hvussu ein broytt nøs og minka bróst hava givið dirvið og hug at ganga upprætt gjøgnum lívið.

51 ára gamla Anna og 46 ára gamla Malan hava báðar fingið viðgerð  á  nýggju kosmetisku viðgerðarstovuni í Klaksvík, Artharmonia, Anna slapp av við tung eygnalok, og Malan fekk minni bróst.  Mariann, … ár fekk innløgd bróstimplantatir í Íslandi í 2001, men longu sum 14 ára gomul fekk hon rættað oyruni, meðan Ruth, sum er 61, fekk ein nýggja nøs við skurðviðgerð í Bretlandi longu í 1979. Allar eru tær á einum máli um, at hetta eru bestu íløgurnar í teirra lívi.

- Hetta er bestu pengar eg havi brúkt, sigur Malan, sum fyrr í ár fór frá at brúka skál G til D. Allar hinar nikka samtykkjandi.

Rutt sigur, at hon fekk eitt nýtt lív við nýggjari nøs, Anna sigur, at hon knappliga sá ljósið, tá eygnalokini vórðu fjernaði, og Marianna kendi seg aftur sum kvinnu, eftir at hava fingið innsett implantatir í bróstini.

Kosmetiskar viðgerðir hava leingi verið tabuevni í Føroyum, og ein av fordómunum hevur verið, at hetta eru um luksustrupuleikar hjá kvinnum, sum bara hugsa um útsjónd. Men søgan hjá hesum fýra vísir, at talan er um meira enn bara kosmetikk og útsjónd, og samstundis eru tær eisini livandi prógv um, at tøgnin rundan um kosmetiskar skurðviðgerðir er í fer við at verða brotin í Føroyum.


Fekk nøs, sum passaði

Tá Ruth fekk sína viðgerð í 1979, kendi hon ongan, sum hevði fingið kosmetiska viðgerð, og hon greiðir frá, at tað næstan var av tilvild, at hon fekk tað gjørt.

- Eg var kedd um nøsina, sum heilt einfalt var tvey nummur ov stór, men tað hevði ongantíð komið mær til hugs at spyrja kommunulæknan, um okkurt kundi gerast, greiðir hon frá.

- Tað er faktiskt Rajanisa æra, at eg fekk tað upp í lag ( red: Gordon Rajani, fyrrverandi skurðlækni við Klaksvíkar Sjúkrahús). Kona hansara ringdi eina Norðoyastevnu og skuldi læna okkurt til føroysk klæðir, og hon segði, at hon sendi mannin niðan eftir tí. Tá Rajani kemur inn, standi eg og lati dóttrina í føroysk klæðir, og eg minnist tað, sum var tað í gjár, at eg knappliga hugdi upp á hann, peikaði á nøsina og segði: Veist tú ongan, sum kann orna hetta her?

Rajani segði seg kenna ein sera góðan plastikskurðlækna í Bretlandi, og tað var skjótt so vóru myndir sendar niður, og avtala gjørd um, at Ruth skuldi koma til skurviðgerð.

- Tað passaði seg so, at eg og mamma skuldu til Glasgow á messu í samband við handilin, vit høvdu saman. So eg avtalaði við bretska læknan, at eg skuldi hitta hann samstundis, sigur Ruth.

- Men eg segði tað ikki fyri einari sál, heldur ikki fyri mammu. Eg visti, at hon fór at geva mær eina moralprædiku, og tað tímdi eg ikki. So tá eg skuldi til læknan, bað eg hana koma við, tí eg skuldi eitt ørindi. Eg bað hana bíða uttanfyri, og tá eg kom útaftur, segði eg, at nú fór eg at fáa nýggja nøs, greiðir Ruth frá og flennir. Mammuni dámdi tað lítið, men Ruth var ikki til at vika. Tað var hennara nøs og hennara lív.

Bretski skurðlæknin helt avgjørt, at hon átti at fingið sær eina minni nøs, og hann vísti henni eina mappu við filmstjørnum og øðrum vøkrum fólkum.

- Men eg segði við hann, at eg vildi ikki líkjast nøkrum. Eg vildi bara hava eina nøs, sum passaði til anlitið hjá mær.


Broytt útsjónd, broytt lív

Nýggja nøsin broytti lívið fyri Rutt, tí nú slapp hon frá alla tíðina at hugsa um hvør sá seg í profil.

- Eg haldi ikki at eg var so tilvitað um tað áðrenn, men aftaná skurðviðgerðina var tað heilt undarligt, at eg nú kundi venda mær uttan at hugsa um, hvør nú sá nøsina hjá mær, sigur Rutt.

Fyri Maluna, sum fekk sína skurðviðgerð í Januar í ár, er lívið eisini vorðið nógv lættari og betri.

- Stóra bryngan hevur generað meg síðani eg var tannáringur. Eg havi altíð roynt at fjalt meg í myrkum klæðum og við at boyggja meg saman, tá eg sat, sigur Malan. Og

tey seinastu trý árini hevur Malan gingið regluliga til fysioterapeut, tí ryggur og herðar vóru so slitin.

- Eg eri so ræðuliga glað, at eg fái ikki sett orð á, hvussu stóran týdning skurðviðgerðin hevur havt, sigur hon rørd. Nú gongur hon upprættað í ljósum klæðum, og síðani skurðviðgerðina hevur hon ongantíð verið til fysieterapeut.

Marianna fekk implantatir innløgd, tí hon hevði fullkomiliga mist bringuna eftir at hava givið bróst, og skurðviðgerðin fekk hana aftur at kenna seg sum kvinnu.

Men longu sum 14 ára gomul fekk Marianna sínu fyrstu skurðviðgerð, tá útistandandi oyruni vórðu løgd inn at høvdinum.

- Eg var ræðuliga illa happað, og mamma, sum eisini hevði slík oyru, vildi hava at eg bleiv skurðviðgjørd. Eg var øðiliga bangin, men tað var virkuliga gott, at hon fekk meg til tað, sigur Marianna.

Anna fegnast eisini um sína skurðviðgerð. Hon hevði ikki blinkað við at gjørt tað umaftur.

- Skurðviðgerðin hevur gjørt ótrúligan mun. Nú er alt so ljóst, tí ongar gardinur hanga og skugga fyri ljósið, og tað er heilt undarligt at kunna smyrja mær, uttan at alt hvørvur inn í millum rukkurnar ella uppi á brýrnum, sigur hon smílandi.


Onga pínu

Rutt búði á hotel í Glasgow í eina viku eftir skurðviðgerðina. Tað hevði verið ein sera umfatandi skurðviðgerð, hon hevði gips á nøsini, og høvdi hovnaði alt sum tað var.

- Eg sá út, sum eg hevði verið í einari álvarsligari ferðsluvanlukku. Ein dagin, tá eg hevði verið í býnum og keypt, kom ein gamal maður við stavi og spurdi, um eg hevði verið í einari ferðsluvanlukku, og um hann ikki skuldi hjálpa mær, greiðir Ruth frá.

- Og eg segði bara ja, sigur hon flennandi.

Men hon hevði onga pínu og tók onga pínustillandi tablettir. Hinar siga tað sama. Anna sigur, at hon var til samtalu leygardag, var viðgjørd sunnudag, og eina viku seinni var hon til arbeiðis aftur. Malan var sjúkrameldað í ein mánað frá starvinum sum frisør, og hon heldur ikki, at hon hevði orkað at arbeitt, men hon hevði onga pínu.

- Eg skuldi brúka klistur í tríggjar mánaðar, og tað var eitt sindur roksut, men eg var leys frá sjúkrahúsinum eftir 14 dagar, og eg havi slett ikki havt ilt. Eg havi faktiskt bara havt tað gott, staðfestir Malan.


Fordómar

Hóast plastikskurðviðgerðir eru vorðnar alt meira vanligar, og øll kenna onkran, sum hevur hampað um okkurt petti av kroppinum, so eru framvegis fordómar knýttir at tí at broyta kroppin.

Marianna sigur, at hon hevur møtt fordómum, og hon heldur at tað eru nógv fleiri fordómar um tað at vaksa um bróstini enn um nakra aðra plastikskurðviðgerð. Anna greiðir frá, at tá hon segði fólki, hvat hon ætlaði at gera, søgdu tey, at hon var komin í panikk, og at tað var fjas, at hon skuldi gera tað.

- Reaktiónin hjá soninum var: Galið, mamma, tú kanst finna uppá nógv, flennir Anna. Men maðurin stuðlaði henni, og segði, at um tað var tað, sum hon ynskti, so skuldi hann gjalda.

Familjan hjá Maluni stuðlaði henni hundra prosent. Men onkur segði eisini við hana, at tað var eitt sindur býttisligt at brúka pengar til sovorið.

- Men eftir at hava sæð hvussu eg eri broytt, og hvussu nógv betri eg havi tað, hevur viðkomandi broytt meining, og tosar nú um at eggja øðrum til tað sama, sigur Malan.

Tær fýra kvinnurnar eru allar samdar um, at tað er gott, at fólk eru vorðin meira opin um tað at broyta kroppin. Tær hava allar valt at vera erligar um, hvat tær hava gjørt, og tær vænta at jú betri fólk skilja