Besta árið í nøgd og veiðivirði

Vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava í 2010 fiskað tilsamans 9.777 tons, sum eru seld fyri 43 miljónir krónur. – Hetta er besta árið í nøgd og veiðivirði, men úrslitið hevur okkurt árið verið betri, sigur Tummas Christophersen, reiðari

FISKIVINNA

Fyri jól kundi Sosialurin avdúka, at djúpvatnstrolarin Steintór, sum er heimahoyrandi í Hvalba, er bestur í sínum skipabólki í 2010 við einum veiðivirði á slakar 23 miljónir krónur.
Millum línubátarnar royndist Kambur bestur við einum veiðivirði á slakar 16 miljónir krónur.
Tað hevur verið eitt sindur trupult at funnið út av, hvørji pør royndust stinnast í undanfarna ári og á Føroya Fiskimannafelag, har allar avreiðingar verða skrásettar, vilja teir ikki ikki so fegnir upplýsa nøkur tøl.
Í aðrar mátar vóru allar avreiðingar heldur ikki komnar felagnum í hendi, tá 2010 var runnið.

Liggja væl
Tað hevur annars ljóðað, at rættiliga tætt hevur verið millum nøkur av pørunum í undanfarna ári, og tað ljóðaði eisini, at onkurt reiðarí ætlaði at loysa skipini millum jól og nýggjár fyri at trygga sær størsta veiðivirði millum partrolararnar.
Sum skilst, stendur kappingin um størsta veiðivirðið millum vestmannatrolararnar, Vestmenning og Fram, Hamranes og Breiðanes í Hvalba og leirvíkstrolararnar, Polarhav og Stjørnuna.
Tummas Christophersen, reiðari á Vestmenningi og Fram, vil ikki siga, at skipini hjá honum eru tey, sum royndust stinnast í undanfarna ári.
- Nei, tað eri eg ikki heilt vísur í, men eg skilji, at vit eru væl í so máta. Eg havi skilt, at onnur pør, eitt nú Hamranes og Breiðanes og Polarhav og Stjørnan, eisini hava gjørt eitt gott ár í brátt farna ári.
Reiðarin sigur, at veiðinøgdin hjá Vestmenningi og Fram í 2010 er tilsamans 9.777 tons, harav av 6.450 tons er gulllaksur og eini 1000 tons makrelur. Meginparturin av restini er upsi.
- Hetta gevur eitt veiðivirði á umleið 43 miljónir krónur. Bæði í veiðivirði og í nøgd er 2010 besta árið hjá skipunum, men kortini hava skipini hetta árið ikki havt besta úrslitið.
Hann vísir á, at veiðivirðið ongantíð áður er komið upp á 40 miljónir krónur.
Um orsøkina til, at skipini í 2010 ikki høvdu besta úrslitið, sigur reiðarin, at dýrkaða oljan er høvuðsorsøkin, men annars eru dýrkingar um stóran part av rakstrinum.
Tummas Christophersen hevur ikki hug at siga, hvussu úrslitið av skiparakstrinum ítøkiliga var í fjør.
Manningartalið við Vestmenningi og Fram liggur um tilsamans 21-22 mans.

Trupult at meta
Tað, sum órógvar partrolarafotan mest í løtuni, er, at upsaveiðan, sum annars hevur roynst støðug í fleiri ár, royndist serstakliga vánalig í seinnu hálvu av 2010.
- Í heyst hevur verið heilt galið, men eg haldi meg tora at siga, at hetta ikki er tí, at upsin er uppfiskaður.
Tummas Christophersen ásannar tó, at upsin stendur ikki á somu leiðum, sum hann áður hevur gjørt.
- Allir siga frá nógvum lívi í sjónum, men skriftin, sum sæst, er ikki upsi, tí annars høvdu vit eisini í nógv størri mun fingið upsa í trolið.
Eins og mong onnur, sigur reiðarin á Vestmenningi og Fram seg undrast yvir, hvat í veruleikanum er hent á føroysku havleiðunum seinasta hálva árið, nú upsaveiðan er vorðin so eiðasør, og eingir batar vóru at hóma, tá lagt varð stilt til jólar.
- Í løtuni er ógjørligt at siga, hvussu hetta árið kemur at roynast. Hetta veldst alt um, hvussu upsaveiðan verður, og hvussu gulllaksavertíðin kemur at roynast.
Tummas Christophersen sigur, at sjálvandi órógvar gongdin í upsaveiðini teir, sum reka partrolararnar.
- Men, tað er nógv lív í sjónum, og vit meta avgjørt ikki, at upsin er uppfiskaður. Tað er ein góður spurningur, hvar fiskurin er, og hvat er hent við upsanum seinastu tíðina. Í øllum førum er tað ikki, soleiðis sum tað plagar at vera, leggur reiðarin aftrat.
Vestmenningur og Fram loystu aftur til nýggjan túr nýggjársdag.