Besta úrslitið í 13 ár

Fjórða plássið hjá NSÍ er besta úrslit felagsins síðani 1987, men høvdu B71 kent sína vitjunartíð, kundi søgan verið ein onnur

B71-NSÍ 1-2 (0-0)


B71 legði fyri sum eitt óløgi, tá NSÍ leygardagin var á vitjan.

Fyrsta løtan av dystinum kundi givið fleiri mál, men í mun til viðleikarar sínar, var Rúni Joensen í NSÍ málinum vaknaður til tíðina. Høvdu sandoyingar gjørt nýtslu av hesum møguleikum, hevði dysturin kanska fingið eina heilt aðra gongd, men so var ikki, og tá alt kom til stykkis, noyddust teir á heimaliðnum enn einaferð at taka til takkar við einum teprum tapi.


Sum nevnt, so vóru tað sandoyingar, sum byrjaðu betri, og fyrra helming av fyrra hálvleiki áttu teir eisini greiða yvirvág.

NSÍ kom tó alsamt betri við í dystinum, tá fyrri hálvleikur var farin at halla høvdu teir so við og við arbeitt seg rættiliga inn í dystin.

Stórar málmøguleikar var tó ikki talan um, men seint í hálvleikinum kendu runavíkingar seg tó snýttar fyri eitt brotsspark, tí B71 leikari nýtti hondina í egnum brotsteigi.

Hvøkkurin, sum sandoyingar høvdu givið gestunum í fyrra hálvleiki var helst viðvirkandi til, at NSÍ legði meira fyri seinna umfarið.

Tað hjálpti eisini væl til, tá Hans Jørgen Djurhuus fekk reytt kort, eftir at hann bert hevði verið á vøllinum í einar fimm minuttir. Frísparki var nakað úti á vøllinum, men hetta nervaði tó ikki Kári Hansen. Bólturin varð trillaður fyri føtur hansara, og úr 20 metrum høgdi hann bóltin í kassan.

Leingi var líkt til, at hetta skuldi gerast einasta málið í dystinum, men so varð kortini ikki. Eitt sindur heppið økti Christian Høgni Jacobsen um munin, tá skeyt av brotsteigarmarkinum. Bólturin tók í ein verjuleikara a vegnum, so Waldemar Nowicki varð fullkomuliga snýttur, og bert kundi fylgja bóltinum við eygunum.

B71 fekk tó eina vón nakað seinni, tá Bergleif Sólsker skeyt eitt sera gott langskot, sum helt sær nakrar sentimetrar oman fyri vøllin allan vegin í málið, uttan at málverjin hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum sostatt endaði við einum sigri til ruanvíkingar.


Verður sæð burtur frá føroyameistarunum úr Vági, so er NSÍ tað liðið, sum hevur staðið seg best í seinnu kappingarhálvu, har teir vunnu sjey av níggju dystum. Samanlagt rakk hetta til eitt fjórða pláss, sum er sama endastøða, sum felagið hevði í 1987.

Runavíkingar iðra seg tó um, at tað ikki eydnaðist at fáa fleiri stig, og sera munnu teir fýra dystirnir, sum vórðu taptir upp í slag í vár, sum tyngja roknskaping.

Eisini sandoyingar munnu vera á einum máli um, at teir áttu at fingið eina betri endastøðu. Fleiri dystir eru taptir sera tepurt, og soleiðis varð eisini hesu ferð.

Einki er tó at ivast í, at sandoyingar hava fólk til betri endastøður í komandi ári, um so er, at eingin leikari gevst í felagnum, men alt hetta eru spurningar, sum allar helst verða avkláraðir, tá tað aftur fer at vára.


B71-NSÍ 1-2 (0-0)

0-1: Dánial Hansen 51

0-2: Christian Høgni Jacobsen 80

1-2: Bergleif Sólsker 85


Dómari: Regin Egholm (B36)


B71:

Waldemar Nowicki ? Bernhard Petersen, Jón Brekku, Bergleif Sólsker ? Kári Nielsen, Jógvan Jón Petersen, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson ? Eli Hentze, Høgni Hansen, Michael Jørgensen


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen, Gert Langgaard, Brynjálvur Hansen, Eddie Mikkelsen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen