Besta songkvinna: Guðrun Sólja Jacobsen

Í 2001 vann ein lutfalsliga ókend kvinna kappingina Ársins Songrødd.

Triðju ferð hon var komin í finaluna, eyndaðist tað Guðrun Sólju at vinna sangkappingina, og eftir sigurin segði hon, at vónandi slapp hon nú at gera meira við tónleikin.
Síðani er nógv hent. Guðrun gjørdist darling hjá dønum, tá ið hon vann eina aðra sangkapping, Stjørna eitt kvøld hjá DR, og síðani hevur hon gjørt nógv við tónleikin. Hon hevur givið tvær fløgur út í Danmark, og hon hevur framført allar hugsandi staðni í Danmark,. Hon hevur tó ongantíð gloymt Føroyar, tí eisini her heima hevur hon javnan verið at hoyrt.
Stóra styrkin hjá Guðrun er ein fantastisk songrødd, sum bæði kann vera innilig og avbjóðandi. Hon syngur sum ein stjørna, og í Danmark er gentan av Tvøroyri ein kend kvinna.
 
Atkvøða: Send »pla bk 3« til 1441