Atli Brix Kamban hevur gjørt ársins videolag. Hann hevur gjørt videolagið til lagið The River hjá Fremmed, og talan er um ein animatiónsvideolag.
Atli syngur í hesum bólkinum, sum hann hevur saman við trimum úr Danmark.
Atli Brix Kamban var ikki til staðar í Norðulandahúsinum í kvøld, har FMA-virðislønirnar verða latnar, men hann sendi eina videoheilsan, har hann takkaði og segði nøkur orð.
– Tað er feitt, at vit hava eitt kvøld, sum handlar um føroyskan tónleik. Tað er stuttligt at vera partur av tí, sjálvt um eg eri staddur í Keypmannahavn. Túsund takk fyri, segði hann.
Tú kanst síggja videolagið her:
##med2##