- Besti røðari í Danmark

Síðst í apríl varð 19 ára gamla Anja Falkvard Simonsen úr Sørvági kosin besti røðari í Danmark, tá hon vann kappingina »The Public Speaking Competition«. Røðurnar í kappingini vóru allar á enskum.

Anja Falkvard Simonen er fødd og uppvaksin í Sørvági, men býr í løtuni í Danmark, har hon gongur í studentaskúla og ger rættiliga vart við seg.
 
- Eg havi altíð havt lætt við at læra mál. Hetta kemst helst av, at tá eg var lítil, hugdi eg nógv eftir teknifilm á donskum og enskum. Somuleiðis havi eg altíð lisið, skrivað og kommunikera nógv á enskum. Eisini havi eg verið á AFS í Japan í eitt ár, har eg prátaði enskt stóran part av tíðini, sigur Anja Falkvard Simonsen og leggur afturat, at hon dugir flótandi føroyskt, danskt og enskt:
- Somuleiðis dugi eg eitt sindur av sponskum og týskum. Og tá eg eri liðug á studentaskúlanum, fari eg at lesa japanskt burturav.
 
Kappingin
Tað var felagsskapurin ESU (English Speaking Union), ið skipaði fyri kappingini »The Public Speaking Competition«. Í Danmark fór kappingin fram á avstralsku sendistovuni í Keypmannahavn.
 
- Tað var bara av tilvild, at eg slapp við í kappingina. Lærarin hjá mær hevði hoyrt um kappingina og mældi mær til at royna, og eg so gjørdi, sigur Anja brosandi.
 
Fyrst vóru nøkur innleiðandi umfør. Í hálvfinaluni sluppu seks luttakarar víðari til finaluna  Anja var ein av teimum.
 
Til donsku finaluna skrivaði Anja eina røðu á enskum um fosturtøku. Áhoyrararnir vóru sera bergtiknir av røðuni hjá Anju.  So bergtiknir, at dómararnir kusu Anju at vinna heiðurin sum besti røðari í Danmark. Prinsessa Alexandra var verja til kappingina, áhoyrari til finaluna og handaði Anju eitt blómutyssi, tá Anja júst hevði vunnið finaluna:
 
- Tað kom púra óvart á meg, tá eg fekk at vita, at eg hevði vunnið kappingina. Eg hevði als ikki væntað tað og gjørdist sera glað. Eg havi altíð vitað, at eg dugi væl at tosa og skriva enskt, og tí er tað sera stuttligt at fáa tað staðfest frá øðrum, sigur Anja.
 
Altjóða finalan í London
Við hesum heiðrinum kvalifiseraði Anja seg víðari til altjóða finaluna í London. Um 60 luttakarar vóru við úr øllum heiminum til finaluna:
- Í London skuldu øll halda eina røðu hvør á fimm minuttir, og evni var »Mapping the global future«. Røðan hjá mær gekk væl, men eg haldi tó, eg kundi havt klárað meg eitt vet betri. Eitt nú fekk eg bert tvær vikur áðrenn at vita, hvat evni eg skuldi skriva um, meðan hinir luttakararnir høvdu vitað tað í tríggjar mánaðir, sigur Anja.
 
Til finaluna í London varð bert vinnarin funnin, og tískil veit Anja ikki, hvat nummar hon var í røðini av teimum 60 luttakarunum.