Besti unglingin í Europa

Pál Joensen karvaði 14 sekund av føroyska metinum, tá hann leygardagin svam seg upp á europisku tindarnar

Svimjing

 

Við einum samlaðu 12. plássi í europisku meistarakappingini á stuttbana fekk Pál Joensen eitt framúr úrslit leygarmorgunin. Í B-finaluni á 1.500 metrum svam hann á leið 14 sekund undir føroyska metið hjá sær, og kom soleiðis á mál við tíðini, 15.10,02. Hetta er samstundis skjótasta tíðin, sum junior-svimjari hevur svomið í Europa í ár, og er avrikið nóg mikið til at geva Pál 881 fina-stig á styrkislistanum. Tað eru bert fáar vikur síðani, at Elspa Mørkøre sum fyrsti føroyski svimjarin vann sær fleiri enn 800 fina-stig.

- At hann fær 881 FINA-stig, vísir hvussu góður hann er, tí teir, sum eru í heimselituni liggja um 1.000 stig. Hann nærkast elituni, so vit fáa at síggja, hvussu langt tað røkkur. Tað gongur væl hjá honum, og hann hevur ein góðan vilja, sum eisini kann føra hann langt, segði Kristian Martin Joensen, sum er við Páli í Ungarn, við Kringvarpið.

Tað eru bert tvær viku síðani, at Pál í stórum stíli vann sær trý gullmerki í NM-kappingini í svimjing. Á 1.500 metrum var hann tá heili 30 sekund framman fyri næsta svimjaran. Og nú hevur hann altso betra tíðina frá teirri ferðini við 14 sekundum.