Bogaskjóting
Kappingin bleiv skotin í venjingarhølinum hjá Tambar. Við í kappingin vóru 18 luttakarir - 6 í compound og 12 í recurve.
Kappingin varð skipað við innleiðandi umfari á 60 pílar við eftirfylgjandi finaluumførum, har byrjað varð við 1/4-finalunum. T.v.s. at í bólkinum recurve skuldu bert 8 tey bestu víðari.
Recurve
Í bólkinum recurve vóru tað tær royndastu genturnar, sum gjørdu um seg og var sera spennandi um tvey tey fremstu plássini. Jastrid M. Jensen, Tambar, hevði munin og førdi við trimum stigum í steðginum, tað sama gjørdi hon heilt fram til teir seinastu tríggjar pílarnar, tá hon kom at gera okkurt lítið mistak.
Endaliga støðan í innleiðandi umfarinum var: nr. 1 Annika Vang, Ørvur, við (281+283) 564 stigum, nr. 2 Jastrid M. Jensen, Tambar, við 284+277) 561 stigum og persónligum meti, nr. 3 Rói Christiansen, Tambar, við (251+263) 514 stigum.
1/2-finalurnar: Annika Vang-Hallur Mortensen, Tambar, 112-97, Jastrid M. Jensen-Johan Egholm, Tambar, 115-92. Jastrid skeyt við hesum 115 stigum fyri 12 pílar á 15 metrum nýtt føroyskt met fyri gentur, gamla metið var 114 stig. Rói Christiansen-Eirikur á Kletti, Tambar, 104-94 og Sjúrður Rein, Tambar-Rógvi Larsen, Tambar, 102-99.
1/2-finalurnar: Annika-Sjúrður 113-99 og Jastrid-Rói 111-105.
Dysturin um bronsuna var sostatt millum Róa og Sjúrð og var javnur og spennandi. Rói vann dystin við 107-105.
Dysturin um føroyameistarheitið var millum báðar bestu genturnar Anniku og Jastrid. Eisini her var javnt líka til endan, dysturin endaði 111-107 og Annika Vang, Ørvur, endurvann føroyameistaraheitið á 15 metrum.
Í hesum bólkinum høvdu fleiri skjúttar persónlig met.
Compound
Í bólkinum compound var tað ein skjútti, sum legði seg eitt vet fram um hinar, Kristoffer Andreasen, Ørvur, førdi við fimm stigum í steðginum, men so tók hann dik á seg og skeyt eitt ótrúliga gott úrslit við bert at missa tíggju stig teir næstu 30 pílarnar.
Endaliga støðan í innleiðandi umfarinum var: nr. 1 Kristoffer Andreasen, Ørvur, við (283+290) 573 stig og persónligum meti, nr. 2 Kaj Johannesen, Ørvur, við (278+275) 553 stigum og nr. 3 Súnfríður Jacobsen, Ørvur, við (275+274) 549 stigum.
1/4-finalurnar: Her sótu Kristoffer og Kaj yvir fyrsta dystin ímeðan hesir dystir vóru: Súnfríður Jacobsen, Ørvur-Magnus Andreasen, Ørvur, 108-76 og Helgi Lamhauge, Ørvur-Jógvan Elias O. Davidsen, Ørvur, 106-105.
1/2-finalurnar: Kristoffer-Helgi 110-101 og Súnfríður-Kaj 112-111. Hesin seinni dysturin var sera javnur og spennandi.
Dysturin um bronsuna var millum Kaj og Helga og gjørdi Kaj bart og vann dystin 113-106.
Dysturin um føroyameistaraheitið var millum Kristoffer og Súnfríða. Dysturin byrjaði javnt og helt tað sær til hálvan dystin, tá Kristoffer legði seg eitt stig fram um og við seinastu trimum pílunum vann hann enn eitt stig. Dysturin endaði 114-112 og Kristoffer Andreasen, Ørvur, bleiv nýggjur føroyameistari á 15 metra frástøðu.
Í bólkinum blivu skotin fýra persónlig met.
Ársins skjúttar
Sum vanligt er velur Bogaskjótideildin á hvørjum ári ársins skjútta. Hetta avrik verður mett eftir, hvussu skjúttin sum heild hevur klárað seg seinasta árið, tað verði seg við framgongd, menning og ídni til venjingar og kappingar.
Í recurve bleiv Jastrid M. Jensen, Tambar, vald til ársins skjútta.
Í compound bleiv Kristoffer Andreasen, Ørvur, valdur til ársins skjútta.
Tey hava bæði gjørt stór framstig, hava møtt sera væl upp til venjingar og kappingar, tey eisini hava luttikið í kappingum fyri vaksin. Eisini hava tey víst góðan kappingaranda, bæði tá tað hevur gingið við og ímóti.
Statoilstøðin í Saltangará lat heiðursmerkir og steyp til kappingarnar.