Bet You Are William á Summar Festivalin

Nýggi og spennandi bólkurin hjá Petur Háberg spælir á Summar Festivalinum í ár

Ein sangur. Eitt rimmar hitt. Tað er søgan um bólkin Bet You Are William higartil, men meira er í væntu, nú sangurin Here We Go Stereo hevur slóðað fyri. Ein nýggj fløga er á veg, og á Summar Festivalinum fer Bet You Are William at vísa fólki, hvat hesin spennandi bólkurin stendur fyri.

 

Høvuðsmaður í bólkinum er Petur Háberg, sum hevur verið virkin tónleikari seinnu árini, og eisini hevur spælt á Summar Festivalinum áður. Nú satsar hann við nýggjum bólki og nýggjari fløguútgávu, sum ætlandi skal koma út innan ov leingi. Fløgan hevur fingið heitið See Innlaid Heart For Details.

 

Tónleikur hjá Bet You Are William er stundum lívligur og ágangandi, men stundum friðarligur og inniligur. Ein evnaríkur ungur sangskrivari og sangari stendur á odda fyri bólkinum, og á pallinum røkkur tónleikurin og sjarman langt út yvir pallkantin.