Betri Banki lækkar renturnar 0,15 prosentstig

Í farnu viku lækkaði Danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini lækkar renturnar.

 

Fyri privat- og vinnukundar lækka útlánsrenturnar við upp til 0,15% stigum.

 

Innlánsrenturnar lækka eisini við upp til 0,15% stigum.

 

Broytingarnar koma í gildi 20. januar 2025.

 

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur