Betri: Ben Arabo misrøkti sáttmálan

Í samband við at Ben Arabo hevur stevnt Betri banka, byrjar nú ljós at fella yvir málið, hví samtakið valdi at koyra stjóran longu 10 mánaðir eftir, at hann varð settur í starv.

 

Fyri einum mánaði síðani, 25. septembur, boðaði Betri-samtakið frá, at forstjórin, Ben Arabo, varð sagdur úr starvi. Hann hevði tá verið stjóri í samtakinum síðani 1. desembur 2017.

 

Ilt hevur verið at fáa nakran av pørtunum at greiða frá, júst hví hann er sagdur úr starvi. Ben Arabo vil ikki gera viðmerkingar um málið. Teitur Poulsen, nevndarlimur í Betri, segði seg úr nevndini á sama fundinum, tí hann var ósamdur í niðurstøðuni, men heldur ikki hann vil gera nakrar viðmerkingar.

 

Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í p/f Betri, segði við miðlarnar, at talan var um samstarvstrupulleikar, ikki við nevndina, men við restina av leiðsluni í Betri-samtakinum, uttan at hon tó vildi greiða nærri frá hesum.

- Samstarvstrupulleikarnir eru meiri niður í samtakið. Kemiin við restina av leiðsluni passaði ikki, segði hon við FM1.

 

Nakað av óvissu hevur verið um, júst hvussu nógva fráfaringarløn, Ben Arabo skuldi fáa. In.fo skrivaði fyrst, við bakgrund í ársroknskapinum hjá Betri frá 2017, at fráfaringarlønin var 12 mánaðir. Hetta bleiv seinni rættað, tí at í hálvársroknskapinum fyri fyrra hálvár 2018 stendur, at stjórin hevur 24 mánaðir fráfaringarløn. Aslaug Gisladóttir helt tó fast við, í samrøðu við Kringvarp Føroya, at stjórin fekk 12 mánaðir.

 

Nú er greiða so fingin á hesum, tí Ben Arabo hevur stevnt Betri-samtakið um júst fráfaringarlønina.

 

Fær ikki fulla fráfaringarløn

Í innliti, sum Miðlahúsið hevur fingið, sæst, at nevndin í Betri metir, at Ben Arabo hevur misrøkt setanarsáttmálan og tí fær hann ikki fulla fráfaringarløn, tað er 24 mánaðir, men hann kann fáa 12 mánaðir.

 

Ben Arabo, umvegis sakførara sín, sigur, at hann vil ikki mótmæla, at nevndin hevur sagt hann úr starvi, tað hevur nevndin rætt til, um hon vil, men hann er als ikki samdur í, at hann hevur misrøkt sáttmálan. Tí metir hann seg hava rætt til fráfaringarløn í 24 mánaðir, sum sáttmálin sigur.

 

Ben Arabo og sakførarin, sum var við honum á fundinum, tá hann bleiv uppsagdur, mótmæltu beinanvegin, at hann skal hava misrøkt sáttmálan og boðaðu frá, at um hann ikki fekk hesar 24 mánaðirnar, hann hevur rætt til, fóru teir at leggja málið fyri Føroya rætt.

 

3. oktober bleiv stevningin latin Føroya rætti, sum nú skal taka støðu til ósemjuna millum partarnar.

 

Sambært sáttmálan hevur Ben Arabo rætt til 5,2 milliónir krónur í fráfaringarløn, men nevndin vil einans rinda honum 2,6 milliónir krónur.