Betri deildin: Møguliga fleiri broytingar

Feløgini vísa nú á avbjóðingar við broytingunum hjá Fótbóltssambandinum

Fríggjakvøldið boðaði Fótbóltssambandið frá, at ongir áskoðarar sluppu til dystin sunnudagin. Leygarkvøldið tók Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum um endan og útsetti 1. umfar til 15. Mars. Tá 2. umfar annars skal spælast.

Síðani er ætlanin, at eitt eyka umfar verður spælt eina ferð í apríl, so kappingin kemur í rætt lag. Sum skilst, so hava feløgini í dag víst á, at tað er lættari fyri tey, um kappingin heldur fram eftir ásettu skránni, meðan 1. umfar verður sett inn eina ferð í apríl.

Tað merkir at dystirnir, sum skuldu verið í gjár verða spældir í apríl, meðan 2. umfar verður spælt eftir ætlan. Sum skilst, verður ein avgerð tikið í kvøld. Málið liggur nú hjá Kappingarnevndini.

Um so er, so verður fyrst spælda umfarið í 2020 hetta:

ÍF-AB

NSÍ-KÍ

B36-HB

TB-Skála

EB/Streymur-Víkingur