Betri enn tær bestu í Danmark

Smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag vóru gestalið, tá DM í rútmiskum fimleiki varð hildið um vikuskifitð, og tó at tær eingi heiðursmerki fingu, so vóru tær nógv besta liðið

Fimleikur

Beint fyri jól ognaðu smágenturnar hjá Havnar Fimleikafelag sær føroyameistaraheitið í rútmiskum fimleiki, tá stórkapping varð hildin á Hálsi.
Gleðin um hetta var sjálvandi stór, men uppaftur meira spennandi var kanska, at tær við hesum vunnu sær rætt at taka lut í donsku Grand-Prix kappingini. Hetta sum liður í samstarvi millum føroyska og danska fimleikasambandið.

Eingin ivi
Sum vera man hevur hetta eggja gentunum til at gera enn meira við venjingarnar, og í farnu viku varð leiðin so løgd til Danmarkar, har danska stórkappingin í rútmiskum fimleiki varð hildin í Kalundborg. Hetta var talan um sjálva finaluna, so talan var um bestu fimleikaliðini í Danmark.
Fyrsti kappingardagurin var leygardagin, og longu her vóru greiðar ábendingar um, at okkurt heilt serligt var í umbúna, tí karakterirnir hjá havnargentunum vóru væl hægri enn tær, sum donsku mótstøðuliðini fingu.
Seinni kappingardagurin var ikki minni hugaligur hjá føroysku gentunum. Aftur hesa ferð var úrslitið í topp, og samanlagt gjørdust føroysku genturnar nógv tær bestu í kappingini.
Danskur meistari gjørdist liðið úr Farum við 15,65 stigum fyri tær báðar seriurnar. Samlaða stigatalið hjá Havnar Fimleikafelag var 17,00!
Tá smágenturnar koma heimaftur mánadagin, skipar Havnar Fimleikafelag fyri móttøku, og verður hendan í Høllini á Stórheyggi klokkan 13.00.