Betri hjálp til fólk við sálarligum trupulleikum

Hetta er eitt stig á leiðini at javnseta kropsligar og sálarligar trupulleikar, sigur landsstýriskvinnan

Læknavaktin verður styrkt við starvsfólki soleiðis, at hon nú fær betri møguleikar at taka sær av teimum, sum ringja til læknavaktina á nummar 1870, tá ið tey hava sálarligar trupulleikar og hava brúk fyri bráðneyðugari hjálp.

 

Hetta er eisini eitt stig á leiðini at røkka málinum, um at javnseta kropsligar og sálarligar sjúkur, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

 

Millum annað hava sjúklingafeløg ynskt sær, at læknavaktin hevur betri førleikar at taka sær av fólki, ið hava tørv á bráðneyðugari hjálp til sálarligar trupulleikar, har tað viðhvørt er tørvur á longri samrøðum og metingum. Hetta verður gjørt nú við at styrkja læknavaktina.

 

Ætlanin um at styrkja læknavaktina er bæði í samsvari við tilmæli Heildarætlanini fyri sálarheilsu í Føroyum, og tilmæli í Heildarætlanini fyri at fyribyrgja og tálma rúsevnisnýtslu í Føroyum. Í báðum heildarætlanum verður mælt til, at fólk, sum brádliga verða illa fyri sálarliga, altíð skulu kunna ringja og fáa bráðneyðuga hjálp.

 

So verður tað kommunulæknin, ella læknavaktin, sum metur um, antin sjúklingar hava brúk fyri at fara til kanningar, ella viðgerð á sjúkrahúsi - og tað er uttan mun til um talan er um likamliga, ella sálarliga, sjúku.

 

– Læknavaktin er til tey, sum fáa bráðneyðugan tørv á læknahjálp, og sum ikki kunnu bíða til vanliga viðtalutíð hjá kommunulæknanum, sigur landsstýriskvinnan.