Sjálvandi eigur ongin at verða skattaður av órealiseraðum virðum – heldur ikki av starvsfólkapartabrøvum.
Í flestu londum er vanligt, at starvsfólk hava møguleika at fáa ein part av lønini í partabrøvum ella í rættindum at tekna partabrøv til ein ávísan kurs (warrants ella optiónir). Á henda hátt gerast starvsfólk partaeigarar í fyritøkuni, og tað skapar felags áhugamál millum eigarar, leiðslu og starvsfólk. Á fakmáli verður hetta ofta nevnt “alignment”.
Tá starvsfólk eisini eru eigarar, fáa tey lut í virðisøkingini, sum fyritøkan skapar. Tað merkir, at tey, sum eru við at byggja virðið upp, eisini fáa part í virðinum.
Serliga innan start-ups og nýggjar vinnur eru warrants og optiónir ein avgerandi liður. Tað er ein háttur at løna dugnaligum starvsfólkum, tá fyritøkan enn ikki hevur stórt gjaldføri. Í slíkum fyritøkum verður nógv av kapitalinum tey fyrstu árini brúktur til menning og vøkstur, og tí er eigaralutur ofta ein partur av lønini.
Men í Føroyum er støðan ein onnur. Her verða starvsfólk skattað, tá tey fáa rætt til at tekna partabrøv – hóast talan ikki er um eitt veruligt partabræv, men bert um ein rætt. Tað vil siga, at skattur verður kravdur av einum virði, sum enn ikki er realiserað, og sum í veruleikanum kann vera púra óvist.
Hetta er óheppið, og ger tað truplari hjá føroyskum fyritøkum at kappast um dugnalig starvsfólk, serliga í nýskapandi vinnum. Hetta rakar eisini starvsfólk, sum missa møguleikan at fáa lut í framtíðar virðisøkingini. Serliga ung fólk hava ikki tøkan pening til at rinda skatt av einum vinningi, sum tey enn ikki hava fingið.
Tá kapitalvinningsskattalógin varð gjørd í 2001, var ætlanin at gera serligar reglur fyri starvsfólkapartabrøv. Hesar reglur vórðu tó ongantíð settar í verk. Í 2018 varð avgjørt at lata skipanina vera óbroytta, og tí verða starvsfólkapartabrøv framvegis skattað sum gáva – hóast virðið ofta ikki er staðfest upp á tíðspunktið.
Sitandi samgonga boðaði eisini frá í sambandi við broytingar í kapitalvinningsskattalógini í 2024, at arbeiðast skuldi víðari við reglum fyri starvsfólkapartabrøv. Enn er tó einki hent á hesum øki.
Eg og Fólkaflokkurin vilja broyta hetta. Grundreglan eigur at vera einføld: skattur eigur fyrst at verða goldin, tá eitt realiserað virði er staðfest – tað vil siga, tá partabrøv verða seld og vinningur er komin til seljaran. Tá er eisini peningur, at rinda skattin við.
Skulu nýggjar vinnur og start-ups hava góðar karmar at mennast í Føroyum, er hetta ein grundleggjandi fortreyt.
Í teimum londum, sum Føroyar kappast við, er tað ikki vanligt at skatta starvsfólkapartabrøv, fyrr enn ein realiseraður vinningur er komin í hús. Soleiðis eigur eisini at vera í Føroyum.
X við A
X við FróðA Magnussen, valevni hjá Fólkaflokkinum











