Betri karmar til rúsviðgerð

Nes: - Verður ikki farið undir at byggja nýtt Blákrossheim nú, so verður helst seinur dagur at eitt slíkt verður bygt.

Tað sigur Sverri Steinhólm, ið er formaður í Bláa Krossi Føroyar, nú tað hevur drigið út við at fara undir byggingina av hesum heiminum á Nesi í Eysturoynni.

Vónin er, at ein kann fara undir byggingina um eitt ár ella so, men áðrenn tað má fígginging fáast uppá pláss. Ein serlig fíggjarnevnd er sett at arbeiða við hesum partinum, og verður miðað eftir einum áliti frá hesum komandi summar.

Kostnaðurin av nýggja viðgerðarheiminum er mettur til 12 mió krónur. Bygningurin verður góðar 800 fermetrar stórur í einari hædd.