Betri Kvinnur: KÍ vann greiðan sigur í Sarpugerði

KÍ er trý stig aftanfyri NSÍ

Í kvøld var fjórði og seinasti dysturin leiktur í tíggjunda umfarinum í Betrideildini hjá kvinnum. 

 

Í Sarpugerði í Norðragøtu eydnaðist tað KÍ at vinna greiðan 5-2 sigur á Víkingi. Í steðginum var KÍ á odda 3-1. Víkingur minkaði um munin til 2-3 miðskeiðis í seinna hálvleiki, men klaksvíkskvinnur svaraðu aftur við tveimum málum seinastu løtuna. 

 

Fyrr í dag vann HB 6-0 (4-0) á B36. NSÍ vann ígjár 10-1 (7-1) á FC Hoyvík við Løkin í Runavík. Fríggjakvøldið endaði tað við javnleiki 1-1 millum Skála ÍF og 07 Vestur undir Mýruhjalla á Skála.

 

Víkingur-KÍ 2-5 (1-3)

 

0-1 Tóra Mohr (5.)

 

0-2 Sólja Ernstsdóttir (28.)

 

1-2 Rakul Sørensen (36.)

 

1-3 Birita Ryan (45.+)

 

2-3 Sára á Líðarenda (68.)

 

2-4 Tóra Mohr (79.)

 

2-5 Malena Olsen (86.)

 

Kelda: dystir.fo

 

NrLIÐSTDSVDJDTDMFMM
1.NSÍ kv.271090166660
2.KÍ kv.241080251843
3.HB kv.2210712371225
4.Víkingur kv.1910613281315
5.B36 kv.12104062038-18
6.Skála ÍF kv.7102171932-13
7.07 Vestur kv.710217941-32
8.FC Hoyvík kv.0100010282-80