Betri legði sína køvandi hond yvir Heimbýli

Brúka heldur tíggjutals milliardir til íbúðarbygging í Danmark, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Tað sigur ein ikki sørt firtin borgarstjóri í Havn í hvassar viðmerking, nú Betri-samtakið hevur avtikið felagið Heimbýli, sum skuldi undir íbúðarbygging í Føroyum saman við øðrum.

 

Nú Betri tekur seg burturúr allari íbúðarbygging i Føroyum og harvið sigur nei takk til at lyfta okkara samfelag framá leið, er spurningurin komin til, um vit ikki politiskt eiga at hyggja nærri at Betri samtakinum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í havn.

 

–  Okkara pensjónspengar fara beinleiðis av landinum til danskt felag, sum siðani setir okkara pengar í lánsbrøv herímillum til donsk íbúðarbyggjari. Hvat er meiningin við hesum?

 

Hon vísir á, at av teimum 10 milliardunum, ið liggja í teimum føroysku pensjónsgrunnunum kemur so at kalla einki aftur til tað føroyska samfelagið og føroyska fólkið.

 

– Er tað ómegd, undanførsla ella manglandi vilji, tá Betri sigur seg ikki kunna leggja eina krónu eftir seg til føroysk byggjari?

 

– Sjálvandi skal vit og skil til, sjálvandi skulu okkara pensjónspengar tryggjast, men at nakrar milliónir ikki kunnu koma føroyska samfelagnum til góðar og harvið byggja okkara land, tað keypi eg ikki! Haldi veruliga tað er synd fyri stigtakararnar handan Heimbýli, at endin skuldi blíva hesin. Tað vóru fólk, ið høvdu dirvi og hegni at gera íløgur í føroyska samfelagið. Spell at Betri legði sina køvandi hond yvir hetta, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.