Betri sømdir til fólk sum leiga hús ella íbúð

? Tey, sum noyðast, ella heldur vilja búgva til leigu, eru nógv verri fyri fíggjarliga enn tey, sum eiga síni egnu hús. Hesin mannamunur skal nú rættast, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Javnrættur


Nú skulu øll tey, sum búgva til leigu, hava betri sømdir.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, er nú farin undir at kanna, hvussu tey, sum leiga hús ella íbúð, fíggjarliga kunnu javntsetast við tey, sum eiga síni egnu hús,

Hann sigur, at sum er, er øll lóggáva er gjørd til tey, sum byggja síni egnu hús.

? Tey fáa bæði rentustuðul, umframt at tey sleppa undan at betala mvg av handverkaralønum. Hesar sømdir fáa tey ikki, sum leiga hús, ella íbúð.

Harumframt er tað so, at sum er, forðar lógin fyri, at íbúðir verða bygdar til fólk at leiga út.

?Tað er bara til egnan bústað, at rentustuðul verður veitt og at mvg ikki skal gjaldast av handverkaralønum.

? Tvs, at verða raðhús, ella blokkar bygdir til at leiga út, verður leigan alt ov dýr, tí rentustuðul verður ikki latin og mvg skal betalast av handverkaralønum.

Hann sigur, at hetta er stórur órættur ímóti teimum sum antin noyðast, ella heldur leiga sær eini hús ella eina íbúð, heldur enn at byggja sjálvi.

Tað kann ikki vera rætt, at fólk skulu betala tað sama fyri eina lítla íbúð, sum eini heil hús kosta í rentum og avdráttum.

Og hendan órætt ætlar hann sær at beina av vegnum.

Karsten Hansen sigur, at hann veit um fólk, sum hava ætlanir um at byggja blokkar og raðhús at leiga út til fólk, men tey setast aftur, tí leigan verður ov dýr.

Tað sama ger seg galdandi um feløg og sjálvsognarstovnar ætlar sær undir at byggja raðhús, ella blokkar til at leiga út.

Hetta heldur Landsstýrismaðurin er til stóran ampa fyri fólk, tí tað eru ikki øll, sum hava ráð at byggja síni egnu hús. Tað eru eisini fólk, sum heldur vilja búgva til leigu. Somuleiðis eru tað pensjónistar, sum fegnir vildu selt síni egnu hús og flutt í eina lítla íbúð, men alt hetta er ikki at bjóða til, sum støðan er, tí íbúðartrot er og skuldi nakar bygt til at leiga út, hevði tað blivið alt ov dýrt.

?Tað er eisini trupult at hugsa sær, hvussu ungfólk, sum noyðast at betala okursleigu, nakrantíð skulu sleppa burturúr tí og fáa lagt so mikið til síðis, at tey fáa sítt egna.


Skulu javntsetast

Karsten Hansen sigur, at tí er hann farin undir arbeiðið at kanna eftir, hvussu tey, sum leiga, kunnu javntsetast við tey, sum eiga.

Enn veit hann ikki, hvussu hetta kann gerast.

Hann sigur, at tað eru nógvir mátar at gera tað uppá, emn hann vil ikki útgreina tað nærri, fyrrenn málið er viðgjørt í samgonguni.

Sjálvur ivast hann ikki í, at samgongan fer at semjast um ein máta um at geva teimum, sum leiga, somu sømdir sum tey, ið eiga síni egnu hús.

Men hann leggur dent á, at tað kann ikki gerast soleiðis, at eitt nú rentustuðulin verður tikin frá teinum, sum hava bygt og skylda í húsunum, tí tey hava lagt sítt egna lív til rættis útfrá tí, at tey fáa rentustuðul.

?Men tað er neyðugt at skipa so fyri, at tað stendur fólki frítt at velja, um tey vilja eiga, ella um tey vilja leiga, sigur Karsten Hansen.

? Í løtuni er tað so, at tað almenna stuðlar tey, sum eiga, men ikki tey, sum leiga og tað er órættur.

Hetta skal vera ein skipan, sum er einføld at umsita, men um tað verður okkurt slag av ískoyti, ella okkurt annað, veit hann ikki enn, fyrrenn málið hevur verið til viðgerðar í samgonguni.

Hann sigur, at hetta fer uttan iva eisini at føra við sær, at nógv fleiri íbúðir fara at vera bygdar og tað fer eisini at føra við sær, at tað fer at vera bíligari at leiga, tí leigan fylgir sjálvsagt marknaðinum og tá ið íbúðartrotið er so stórt, sum tað er, fer prísurin sjálvsagt í topp.